
Tá eg skrivi, klippi myndir og leggi á heimasíðu, uppihaldi eg mær í frálíkum rúmi í kjallaranum, har tannlæknastova áður helt til. Nú ganga vanliga ikki mýs og vála millum okkum heima, men leygardagin upplivdi eg nakað áhugavert.
Meðan eg siti við telduborðið, síggi eg fitta mús við beinini undir borðinum. Skjótur var eg eftir myndatólinum og fekk mynd av ungu músini. Hon sýntist spøk og gjørdi lítið um seg, tá eg fangaði hana í einum króki. Nú drepi eg hvørki mýs, vespur ella fluur, koma tey á gátt hjá okkum. Tey fáa øll altíð ein møguleika aftrat og vera slept út í tún.
Nú eg hevði fittu lítlu músina í lógvanum, var spurningurin, hvat eg skuldi gera við hana. Kanska vísa abbabørnunum, og tí fann eg ílat at koyra músina í. Hon fekk kakumola, og tú blotnaði um hjartað, tá hon sat so fitt og hugdi upp á teg.
Tveir tímar seinni fór eg út í tún og slepti músini soleiðis, at hon kundi goyma seg millum steinarnar í garðinum. Og músin gjørdi skjótt av og var burtur. Kom júst tá at hugsa um, tá nøkur ung við Landavegin høvdu hvítar mýs í búri. Síggi, at livialdurin hjá músini er tvey til trý ár.

Tá kom ovart á meg, tá eg sá á Google, at heimamúsin kann fáa upp til tíggju ferðir ungar um árið. Mýsnar ganga bara í tjúgu dagar, so eru blindu og naknu mýsnar har. Tíggju dagar seinni fáa tær pelsin, og fjúrtan dagar seinni síggjast eyguni, Eftir tveir tríggjar vikur lodda ungarnir dýpið og fara so við og við úr reiðrinum. Eftir fýra vikum eru tær farnar úr reiðrinum med alla. Løgið at hugsa sær, at eftir fimm vikum, kann músin sjálv fáa sær ungar. Hannurin heldur tó seg ikki framat fyrr enn eftir tíggju vikum. (Vagnur)