Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Altíð áhugavert at finna útav, nær ymsu eldru myndirnar eru tiknar

$
0
0
Myndin er uttan iva tikin seinnapartin í 1940-árunum.

Áhugaverd mynd, má sigast, men so er spurningurin, nær myndin er tikin. Haldi meg síggja Tummas Rubeksen, sála, á myndini, sum uttan iva er tikin ólavsøkuaftan, eftir at reiðfólkini hava verið til ólavsøkuskrúðgongu. Sigi hetta, tí vanligt var á mínum ungdómsárum, at kappríðing var ólavsøkudag úti á Velbastaðvegnum í Havnardali, og tá savnaðust reiðfólkini fyrst á Vaglinum fyri síðani at halda leiðina út í Havnardal. Tey riðu kapp á Velbaðstaðvegnum frá 1926 til 1972, tá farið var niðan í Marknagil. Fyri 1926 riðu tey kapp á Sundsvegnum. 

Teir løgdu fyrst jarndragar um Havnará fyri síðani at smíða platt, sum støðin kundi byggjast á. (Mynd Auto 50 ár)

So hava vit húsini hjá Minu Wilhelm at halda okkum til, sum vóru bygd út ella rættari sagt víðkað í 1950, og tað eru tey ikki á myndini. Mina kom úr Vági til Havnar, har hon eisini hevði seymað ymist. Hon fór til Danmarkar at læra til “modist”, og afturkomin til Havnar læt hon upp seymistovu og handil í Niels Finsensgøtu. Hetta var fyri kríggið kanska 1935/1936. Hon búði í húsinum, hevði seymistovu og handil við sýnisglugga út ímóti vegnum.

Tú kanst fara skeivur av ovaru myndini, tí millum báðar grótlaðingarnar rennur Havnará, men frásstøðan snýtir eitt sindur. Síggi á mynd frá 1955, at teir byggja Autostøðina. Jarndragarar vóru lagdir um Havnará, so teir kundu smíða stóran platt, har Autostøðin skuldi standa. Ovara reiðmyndin er í 1940 árunum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>