Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Frálík róðrarmynd frá 1962 av manningini umborð á Ørvi

$
0
0
8-mannafarið Ørvur 1962: Aftast f.v. Hanus Clementsen, Reinar Dam, Rógvi Holm og Sjúrður Mikkelsen. Fremst f.v: Sverri Køtlum, Andrias Klein, Vilhjálmur Christiansen, Verning Thomsen og Bjarti Ludvig.

Í ár fyllir Havnar Róðrarfelag 85 ár, og í hesum sambandi havi eg lagt ymsar eldri myndir og skriva nøkur orð til myndirnar á Facebook bólkin Havnar Róðrarfelag og á Hvannrok.fo. Myndin omanfyri er av manningini umborð á Ørvi frá 1962, tað við siga 55 ára gomul mynd. Myndin er serliga fyri meg, tí tað var júst henda manning, sum fekk meg at brenna fyri kappróðri. Eg róði ikiki sjálvur, men stýrdi sum ungur Sílinum og Ørvi trettan/fjúrtan ára gamal, áðrenn eg kastaði meg yvir hondbóltin. Byrjaði at skrivað um kappróður í 1980-árunum, og tað ger man enn. Mær dámar væl at taka hond í við ymiskum í Álakeri, og niðri við sjóvarmálan havi eg altíð trivist væl. Systkinabarn mítt Vilhjálmur róptur Lill stýrdi Ørvi í 1962 og er á myndini omanfyri. Góðu myndina fann eg herfyri í neystinum. 

Ørvur á ólavsøku í 1962. Hesir vóru teir fyrstu, sum vunnu Ùtvarpssteypið. Manningin var úr rongini: Vilhjálmur Christiansen, Hanus Clementsen, Rógvi Holm, Sjúrður Mikkelsen, Sverri Køtlum, Andreas Klein, Bjartur Ludvig, Reimar Dam og Verning Thomsen. (Mynd bókin Drekin)

Í 1962 vóru róðrarnir fimm í tali. Norðoyastevna, skálafjarðastevna, jóansøka, vestastevna og ólavsøku. Hetta árið vann Ørvur fýra av fimm róðrum. Á vestanstevnu vann Sølmundur, og Ørvur gjørdist nummar tvey. Flestu rógvararnir á myndini vóru handverkarar 20-23 ára gamlir. Manningin var serlig fyri meg, tí systkinabarn mítt Vilhjálmur róptur Lill, stýrdi Ørvi. Og tað kom fyri, at tá rógvari hevði forfall at møta til venjing, so slapp eg at stýra, og Lill róði.

Í 1962 var fyrsta árið, róð var um Útvarpssteypið, og vit kenna góðu myndina, tá løgmaður Petur Mohr Dam handar systkinabarninum Ùtvarpssteypið í 1962. Havi skrivað áður, at í 1962 hildu rógvarar stevnu, ja, og onkur smakkaði sær á. Teir fóru leygarmorgun við skipa á stevnu, tí tá vóru ikki undirsjóvartunlar, og Oyggarvegurin var ikki samanbundin fyrr enn í 1966. Manningarnar komu aftur av stevnu sunnukvøld.

Hyggja vit nærri at myndini, so er manningin í hvítari skjúrtu við HR merkinum í bringuni og í terlen buksum. Steypini vóru smærri, enn tey eru í dag, og summi steyp vóru trítornað silvur. Manningin umborð á Ørvi vóru ungir sterkir, lættiir og vælvandir menn. Ongar rógvimaskinur, men teir vóru væl fyri og vóru frálíkir rógvarar. Teir fóru í bátin fyrst í apríl mánað. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>