
Herfyri sat eg og blaðaði í nøkrum gomlum ítróttatíðindum, sum var felagsblað hjá ÍSF. Blaðið var frá 1954. Kom fram á greinastubba og har stendur: Studenta- og læraraskúlanæmingar hava savnað pening og fingið Símun Hammer at bygt 10-mannafar, sum fekk navnið Studenturin. Ólavur Hátún var ein av teimum, sum slóðaði fyri bátinum, og hann havi eg prátað við.
Men fyrst nøkur hagtøl um Studentin, sum eg minnist ómetaliga væl. Báturin rør fyrstu ferð á ólavsøku í 1955, har hann gerst nummar tvey. Studenturin vinnur á ólavsøku árið eftir í 1956 og gerst nummar tvey í 1957. Í bókini Drekin eftir Niels Juul Arge kanst tú fylgja Studentinum næstu árini men bara á ólavsøku. Studenturin er við næstu árini, men tað sýnist, sum torført er hjá næmingum at manna bátin, tí teir skulu sjálvandi í summarfrí. Tí verður báturin millum annað í 1959 mannaður við rógvarum úr Havnar Róðrarfelag og rógvarum úr Nólsoy í 1961. Studenturin sæst seinastu ferð á ólavsøku í 1966.

Havi spurt Ólav Hátún um upprunan til Studentin, og hann sigur. – Havnar Róðrarfelag átti tvey 10-mannafør Havnarbátin og Sigmund Brestisson bátur komin úr Danmark, sum útisetar róðu við. Eg gekk á Føroya Lærarskúla fyrst í 1950-árinum og royndi at fáa næmingar at rógva og kom við hugskotinum at læna bæði 10-mannaførini frá Havnar Róðrarfelag, so studentarnir róði í eina bátinum og læraraskúlanæmingarnir róðu í hinum bátinum. Jóhan Højgaard var tá formaður í Havnar Róðrarfelag. Átakið eydnaðist avabera væl, tí Martin Holm, sáli, tók eisini undir við átakinum. Minnist, at vit á Læraraskúlanum taptu fyri studentunum.
– Fleiri næmingar dámdu væl at rógva, og tí fingu vit hugskotið at manna bát at rógva á stevnunum, har fimm rógvarar úr Studentaskúlanum og fimm rógvarar úr Læraraskúlanum skuldu manna bátin. Ætlanin var at læna Suðuroying, men Thomas Nygaard rektarin helt lítið um ætlanina, tí var ætlanin slept.
- Næmingarnir Hans David Matras og Willi Sørensen skipaðu fyri ymsum góðum undirhaldi til jóla, og undirhaldið var somikið gott, at saman við kórsangi, sum eg skipaði fyri, og øðrum, var kabarett stáplað upp á beinini, sum kundi fara út um skúlan. Vit spældu kabarettin fleiri ferðir í Sjónleikarhúsinum og fingu so mikið av peningi, at vit nú kundu biðja Símun Hammer úr Vági smíða okkum kappróðrarbát, sum vit guldu kontant.
- Eg minnist ómetaliga væl fyrsta róðurin á ólavsøku í 1955, har vit róðu 2000 metrar av Gulanum og inn í Vágsbotn. Vit fingu góðan start og lógu á odda langt inn, men so breyt rógvari áraskeyta og kundi bara rógva við einari hond, tí hann mátti halda árini á pláss við hinari. Vágbingur vann róðurin, Havnarbáturin nummar tvey og Studenturin nummar trý.

– Báturin kom at eita Studenturin, tí læraraskúlanæmingar vóru nakað hálvhjartaðir, og tá ið vit vóru nakrir, sum vildu koma heilt fram í oddin, mátti báturin mannast við góðum rógvarum. Torført var at fáa manna bátin, og minnist meg hava siglt við maskinbáti til Sands og og inn á Skálafjørðin eftir rógvara, sum skuldi venja í Havn.
– Tú spyrt meg, hvar Studenturin endaði sínar dagar. Næmingar koma og fara úr skúlunum, og tá ið eldsálirnar vóru lidnar við skúlagongdina og prógv, fóru næmingar í ymisar ættir at arbeiða sum lærarar ella fóru til Danmarkar til víðari lestur, sigur Ólavur Hátún at enda.
Eg minnist væl Studentin og minnist eisini væl Studentin standa úti í Tinganesi ella við garðin úti Í Havn, sum myndin omanfyri vísir. Havi sæð aðrar myndir av Studentinum, men enn er eingin komin undan kavi. Heldur ikki havi eg funnið útav, hvar báturin endaði sínar dagar. Kanska onkur veit. Studenturin var gongubátur, var hvítur við reyðari rond. Ólavur Hátún sigur, at Niclas í Koltri brúkti Studentin sum fyrimynd, tá ið hann fór at smíða nýggj 10-mannafør. (Vagnur)