
Havi verið nevndarlimur og formaður í Gundadalshøllini síðani 1991. Gleðilig tíðindi at hoyra um dagarnar, at nú verður bygt upp í høllina á Hálsi, og at høllin við skúlan á Argjahamri verður víðkað til heilan hondbóltsvøll. Havi skrivað mær aftanfyri annað oyra, at Helena Dam á Neystabø segði við in.fo , at høllin á Argjahamri verður liðugt útbygd í 2016, og í gjár sigur Heðin Mortensen, at høllin á Hálsi verður liðugt útbygd seinast í 2017. Hetta eru frálík tíðindi at hoyra hjá hondbóltinum í Suðurstreymoy.

Fleiri ferðir skrivaði eg á heimasíðuni, at tað var burturvið at útbyggja Gundadalshøllina, tí har er blivið alt ov trongt. Vísti longu 1. mai 2014 í grein á møguleikan at byggja út høllina á Hálsi. Men hetta vóru summi ikki fegin um, og fekk eg sanniliga hetta at hoyra frá summum. Eisini helt eg, at tað var burturvið at byggja nýggja høll við fótbóltsvøllin á Argjum, tí sjálvandi byggir man høllina við skúlan, har børnini eru. Og hetta er við skúlan á Argjahamri.

Sjálvandi var allar best, at vit lótu høllina á Hálsi standa sum hon ger, og síðani bygt eina stóra “multihøll”, sum kann hýsa stórum framsýningum og altjóða dystum. Men fært tú ikki tað allar besta, so tekur tú til takkar við tí næst besta. Havnin er afturútisigld, tá talan er um hallartímar, men nú lýsnar fyri framman, og um minni enn tvey ár fáa vit tveir hondbóltsvøllir aftrat, og aðrar innandura ítróttagreinar slelppa eisini í høllina í Hálsi.
Alt málið um fleiri hallartímar endaði væl, eru vit øll sjálvandi fegin um. Og sjálvur eri eg ómetaliga fegin, at høllin á Hálsi verður útbygd, og at skúlahøllin á Argjahamri verður víðkað til heilan hondbóltsvøll. Feløgini hava gjørt frálíkt arbeiði til tess at fáa tað besta burturúr. Ì Danmark havi eg sæð tøl, sum siga, at tú nøktar tørvin, um ein høll er til hvørjar 4000 íbúgvar. Allastaðni í Føroyum uttan í Suðurstreymoym verður hetta krav í løtuni uppfylgt. Um ikki so nógvar mánaðir kemur broyting í høvuðsstaðnum, og eg fegnist um, at býarpolitikarar lurta eftir fólki, sum í mansaldur hava virkað í hallum. (Vagnur)