Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Borivognur fyri fýra milliónir krónur í grannalagnum

$
0
0
Borivongurin borar skamt frá søguliga garðinum hjá okkum . (Mynd Vagnur)
Borivongurin borar skamt frá søguliga garðinum hjá okkum . (Mynd Vagnur)

Í fjør heyst byrjaðu tey at taka niður grannahúsini hjá Ásu og Finn Winther, sum bæði er farin. Vestmenningur keypti húsini, sum máttu takast niður, tí soppur var í kjallaranum. Tá húsini vóru burtur, kom hellan undan kavi. Teir byrjaðu fyrst at “brekka” við stórum slaghamara festur í eina brøyt. Tað gekk hampuliga væl í byrjanini, men larmurin og stoyturin var somikið ógvuligur, at ikki kundi búgvast í húsunum, meðan arbeiðið var gjørt. Tá eg spurdi, hví teir ikki sprongdu, var svarið, at tryggingarkrøvini vóru ov stór og vandi var fyri grannahúsunum. Men hetta var ikki allur sannleikin.

Hellan nærmast garðinum var so hørð, at hon ikki kundi "brekkast", sum teir siga. (Mynd Vagnur)
Hellan nærmast garðinum var so hørð, at hon ikki kundi “brekkast”, sum teir siga. (Mynd Vagnur)

Tá teir høvdu “brekkað” í nakrar vikur, og vit vóru leidd og kedd at skulu úr húsunum, gjørdist hellan so hørð, at “brekkast” kundi ikki meira, nú mátti spreingjast. Í morgun kom nýtímans borivognur frá Articon, sum íslendingurin Axel Gretarsson koyrdi. – Hvussu nógvar dagar fert tú at bora og spreingja hinumegin garðin hjá okkum, spurdi eg Axel. – Nógvar dagar, arbeiðið verður liðugt í kvøld, segði Axel. Eg stóð ófarin og hugdi at manninum, men rætt var.

Nýggi borivognurin kostar fýra milliónir krónur og er framleiddur í Finnlandi. Hann kann bora 28 metrar niður, og tað gongur við fúkandi ferð. Ein lasari verður settur á hægsta punkt, sum sigur frá, hvussu djúpt skal borast. Seismiskmátarar verða settir nær spreingiøkinum, tí hann skal siga frá, hvussu ógvusligar ristingarnar eru, tá skotið er. Hetta eru krøv frá tryggingarfelagnum. Áðrenn farið verður í gongd, verða garðar og húsagrundir avmyndað. Hetta, um skaði stendstr orsaka av spreingingini.

Axel var eisini kringur í brøytini, tá mátturnar skuldu flytast. (Mynd Vagnur)
Axel var eisini kringur í brøytini, tá mátturnar skuldu flytast. (Mynd Vagnur)

Axel Gretarsson og hjálparmaðurin vóru skjótur í vendingini í dag, tí teir sluppu ikki at spreingja fyrr enn klokkan ellivu í morgun, og nú klokkan er fimm seinnapartin, hoyrdist seinasta av sjey skotum. Eg merkti eitt sindur í húsunum hjá okkum, men ikki tað stóra. Hetta er bara dømi um, hvussu týdningarmikið er at hava røttu amboðini. Ein brøyt stóð á økinum, sum Articon ikki átti, men hesa maskinu dugdi Axel eisini at brúka, tá stórur mátturnar skuldi leggjast.

Nú var eg eitt sindur forvitin, tí sum ungur arbeiddi eg í grótbrotinum, har Tórshavnar sløkkilið nú heldur til. Har var eisini ein borivognur, men hann mátti flytast við hond, og mangan stóðu borirnir fastir. Nýggi borivognurin hjá Articon er sum ein grindalokkur, sum fer allastaðni. Fantastiskt amboð. Axel segði mær, at í júst í hesum arbeiðinum er umráðandi at løða rætt. Holini bresta ikki samstundis, tí eru ristingarnar ikki so stórar.

Axel borar sjey tey seinastu holini. (Mynd Vagnur)
Axel borar trý tey seinastu holini. (Mynd Vagnur)

Eg komi í hesu løtu at hugsa um mammu mína, sum gjørdist sjúk, tí í nógvar vikur “brekkaðu” uttan fyri hjá henni. Hví sendi tey ikki boð eftir einum borivogni, so tók tað bara tveir, tríggjar dagar, so var arbeiðið liðugt. Larmurin frá hesum slaghamaranum hoyrist um allan Havnina. Hetta kann man ikki bjóða fólki í vikur. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>