
Leygarmorgunin var eg fyrstu ferð í nýggju høllini á Hamrinum. Gjørdist bæði ovfarin og glaður at síggja hesa vøkru og góðu høll. Hugnalig ljós høll við góðum útsýni yvir Havnina, og sum uttan iva er nossligasta høllin í Suðurstreymoy. Tó er at siga, at talan er um eina venjingarhøll við ikki so nógvum áskoðaraplássum.
Á Argjum búgva fleiri enn tvey túsund fólk, og fólkagrundarlag er til bæði fót-og hondbólt, um rætt verður atborið. Ein abbasonur dreingir 12 ár spældi dyst, og har vóru í høllini spælarar úr ÍA, H71, Kyndli, SÍF og Team Klaksvík. Nógvir evnaríkir spælarar og gott hondbóltsspæl. Áhugavert at síggja.

ÍA á Argjum hevur nú allar møguleikar at menna hondbóltin í økinum, og vónandi fær felagið góðan byr hondbóltinum í Føroyum at frama. Men vit vita kring landið, at eitt eru góðar hondbóltshallir, men tað krevst eisini góðir venjarar og hjálparfólk, skal hondbólturin mennast, og feløgini hava lív lagað.
Meðan tú situr og fylgir dreingjadysti tvær ferðir fimtan minuttir, reika tankarnir. Hugsaði um teir møguleikar abbasonurin hevur, og hvørjar møguleikar abbin hevði, tá hann sum smádrongur byrjaði at spæla hondbólt. Vit spældu uttandura á grúsvølli um summarið. Seinni bleiv vøllurin asfalteraður, og í 1968 kom fyrsta høllin í Klaksvík og í 1970 høllin á Nabb, sum vit róptu hana. Minnist bara um góð hondbóltsupplivilsi hesi árini.
Vit spældu eisini á bygd, men tey ungu í dag ferðast nógv oftari til dyst kring oyggjarnar enn vit gjørdu, tí ferðasambandið er broytt so nógv.

Vandi er í allari vælferð, og stór kapping er um tey ungu. Hesa løtuna hugsaði um nógvu hondbóltstalentini, sum um fjúrtan/sekstan ára aldur heldur velja fótbóltin enn hondbóltin. Og allar teir frálíku spælararnar, sum fara av landinum, og sum ikki koma víðari á hondbóltsleiðini. Alt hetta broytist vónandi, nú HSF hevur sett nógv ungdómslandslið á skinnaran.
Hondbóltsdysturin í høllini á Hamrinum er av, og vinstrahenti abbasonurin og liðið spældu fráíkan dyst og vunnu. Sum fyrrverandi spælari og venjari sást tú tó nógv, sum kundi gerast betur á vøllinum, men tú vart nøgdur við góða spælið, tú sást hesa góðu løtuna.
Áhugavert var eisini at síggja, hvussu ymiskir dreingirnir vóru í stødd og styrki í hesum aldrinum. Nakrir dreingir vóru fyrsta árs dreingir 12 ár og aðrir annað árs dreingir 12 ár. Eitt ára munur í hesum aldri kann gera heilt stóran mun. (Vagnur)