
Hetta er bara ov vilt, sum fer fram í bestu mansdeild í løtuni. Ongantíð áður í føroyskari hondbóltssøgu er manskappingin so illa løgd sum í vetur. Mansliðini eru sjey í tali og spæla dupulta kapping. Tað vil siga tveir dystir hvør ímóti øðrum fyri jól og tveir dystir eftir jól. Men hvat ger HSF? Í tíðaskeiðnum frá 22. mars til 31. mars spæla VÍF og Kyndil tríggjar dystir hvør ímóti øðrum, og H71 og Neistin spæla báðar dystirnar í seinnu hálvu í somu viku. Tey, sum leggja kappingina, mugu hava misskilt uppgávuna. Og virðingin fyri stigatalvuni er heldur ikki nóg góð.

Annars er støðan í besti mansdeild, at taptir Neistin ella H71 allar restandi dystirnar, og VÍF vinnur allar dystirnar, so kemur VÍF í hvørfall í FM-finalurnar. Støðan í løtuni er, at Neistin og H71 hava 31 stig, meðan VÍF kann náa 32 stig. Kyndil hevur mist møguleikan. Neistin skal spæla tveir dystir ímóti H71, ein ímóti Kyndli og ein ímót VÍF.
Havi í vetur sæð nakrar stroymaðar dystir, og tað sigur nógv um føroysku kappingina, at liðini standa og falla við so fáum einstøkum spælarum. H71 er besta dømi, har Peter Krogh kemur aftur til Føroya og beinleiðis sum einmansherur vendir allari kappingini. Hvør spældir FM-finalurnar? H71 og Neistin. Tó er spennandi at fylgja við, hvussu alt spælir av hjá VÍF liðnum.
Veikleikin í føroysku kappingini er, at vit ikki hava nakrar spennandi og avgerandi dystir um niðurflyting sum í fótbóltinum. Sigi hetta, tí fleiri lið hanga tíðliga í kappingini í einum ongamannalandi, har lítið er at spæla um.
Komi júst at hugsa um kyndilsliðið, sum vann steypakappingina, og sum er ment nógv síðani á jólum, tá David Edvardsen kom aftur til landið. Hyggja vit í skránna, sum byrjaði Kyndil at spæla seks útidystir, har fleiri vóru taptir. Og hesi stigi vanta nú. Ja, so minnast vit árið, tá Kyndil ikki fekk spæliloyvi til útlendskan málverja, og til árið, tá liðið misti stig, tí liðið hevði ikki spæliloyvi til spælari. Mangt er, má sigast. (Vagnur)