
Vesturkirkjan er granni við barndómsheim mítt við Landavegin, og á bønum, har kirkjan stendur, spældu vit sum børn. Stóri steinurin á bønum vekir serlig minni, tí á steininum spældu og sótu børn dagliga. Steinurin var á en ella annan hátt dragandi. -Vit áttu stóra steinin, og har kundu vit í friði sita við okkara dreymum, hildu vit. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1968, men ikki fyrr enn 24. februar 1971 var samkoma á bønum, har menn frá byggifyritøkuni Lamhauge & Waagstein settu fyrstu spakarnar í hógvin.
Tað var spennandi hjá okkum ungu at fylgja arbeiðinum at byggja Vesturkirkjuna. Og vit øtaðust, tá ið menn settu upp stóru jarnbjálkarnar, tí kirkjan, sum máldi 42 metrar til hæddar, kom at vera hægsti bygningur í Føroyum. Kirkjan, sum líkist einum skipi, fellir væl inn í lendi, er einføld, vøkur, stílrein og tignarliga. 800 fólk kunnu sita í kirkjuni, og kirkjan hevur frálíkan kirkjukjallara, har sunnudagsskúlin millum annað heldur til. Í kirkjuni er eitt Frobenius orgul við sekstan stemmum.

24. august 1975 varð kirkjan vígd av Eivindi Vilhelm varabiskupi, meðan danski biskupurin Ole Bertelslen frí “Københavns stift” held vígslurøðuna. Í sambandi við vígsluna vitjaði Ingrid drotning í Føroyum saman nógvum innbodnum gestum úr Danmark. Í byggitíðini kom eg mangan at tosa við ein føroying, sum búði í Danmark. Hann var eitt slags koparsmiður og stóð fyri at leggja koparið á tekjuna. Vit vóru ikki vón at síggja menn arbeiða so høgt uppi á byggipallum.
Kopartekjan lak tíverri, og nakað seinni kom føroyingurin og hansara menn aftur til Føroya at gera kopararbeiðið umaftur. Koparskoytini megnaðu ikki at standa ímóti vesturættini við nógvum vindi og regni, og so var eitt at gera, og tað var at seta uppaftur høgu byggipallarnar og fara til verka enn einaferð. Síðani bleiv kirkjan tøtt.
Fyri nøkrum árum síðani varð farið undir at fríðka uttan fyri Vesturkirkjuna, og økið vestanfyri kirkjuna við vakra hylinum riggar ótrúliga væl. 5. juni 2006 var standamynd av Sigmundi Brestissyni avdúkað á vakra økinum. Listamaðurin Hans Pauli Olsen gjørdi standmyndina. Fólk eru ógvuliga fegin um Vesturkirkjuna, og nógv fólk koma í kirkjuna bæði ung og eldri. (Vagnur)