
Í mun til fólkatalið er Hósvíkar Róðrarfelag felagið, sum hevur flest manningar í FM-kappingini. Til tess at fáa meira vita um róðrarfelagið, ringdi eg fyrst til Gunnbjørn Joensen, sum er innarlagið í felagnum tó ikki í nevndini, men tað er ein dóttir hansara. Og rósandi orð hevur Gunnbjørn til ungu fólkini í Hósvíkar Róðrarfelag, tí umframt at tey hava ábyrgd av kappróðrinum, so skipa tey fyri føstalávint tiltaki, eru við í nýggjárshaldinum og ikki at gloyma stóra regatta tiltakinum. Í næstum fáa tey nýtt 5-mannafar, sum skal eita Heykur, og í summar rógva fýra manningar við bláu bátunum við svørtum stokkum. Í Hósvík búgva 320 fólk. Formaðurin í Hósvíkar Róðrarfelag eitur Tóki Mørkøre, og hann sigur soleiðis:
– Nýggja 5-mannafarið, sum Terji Reinert Jacobsen av Kjalnesi hevur smíðað, verður í løtuni gjørt klárt til róðarárið. Við bátinum skulu rógva dreingir og dreingir barnaróður. Vit eru ógvuliga spent at fáa bátin.

– Síðani rógva gentur við Falki, og so er 6-mannafarið Hósvíkingur mannaður við monnum. Tá tú spyrt, um allir rógvararnir koma úr Hósvík, so koma rógvarar úr allari kommununi, tó barnamanningin úr Hósvík.
– Í nevndini er ung evnarík fólk, sum veruliga vilja gera nakað fyri bygdina. Eitt er kappróðurin, men so eru vit við í øðrum tiltøkum í bygdini. Millum annað fastalávint, nýggjárinum, og Regatta eru vit altíð við.

– Tá tú spyrt um umstøðurnar hjá kappróðrinum í Hósvík, so hava vit frálíkt neyst niðri við sjóvarmálan. Neystið er lætt at síggja, tí tá tú koyrir gjøgnum bygdina, sæst stóra Jolly lýsingin á neystinum. Summi rópa neystið fyri Jollyneystið, og onkur sigur i skemti ikki Hósvík menn Jollyvík, tí lýsingin sæst so væl.
– Umstøðurnar í neystinum eru frálíkar. Har kunnu standa tríggir bátar, men eisini fýra bátar, men tá er trongt millum bátarnar. Vit hava sjey nýggjar rógvimaskinur, tvær brúsur við vs. Í so máta er venjingarumstøðurnar góðar. Eisini hava vit heilt góðan drátt, so lætt er at flota bátarnar. Uttan iva besti dráttur í landinum.

– Stórur áhugi er fyri kappróðri í Hósvík, og serliga havi vit merkt hetta seinnu árini. Vit skipa eisini nú fyri verkadegi, har limir í felagnum og onnur bretta upp um armar og fara til verka í neystinum. Gera alt klárt til róðrarárið bæði í neysti og bátum, sigur Tóki Mørkøre.
Ì nevndini í Hósvíkar Róðrarfelag eru: Tóki Mørkøre, formaður, hini eru Marni Joensen, Bjørk Lykke Mikkjalsdóttir nývaldur kassameistari, Martina M. Djurhuus, skrivari og Marius Høgnisen. Tiltakslimirnir eru Winný Joensen og Jónas Tungá.

Hyggja vit í hagtølini, so kláraðu bátarnir úr Hósvík seg hampuliga væl í fjør. Falkur barnaróður við dreingjum bleiv í fjør nummar fýra í FM-kappinngin, og genturnar umborð á Falki gørdust eisini nummar fýra í FM-stríðnum.
Áhugavert og gott at hoyra, at ungfólkini í Hósvík soleiðis slóða fyri trivna í bygdini ikki bara innan kappróður men eisini á øðrum økjum. Nýggja 5-mannafarið eitur sum sagt Heykur, og vit gleða okkum at síggja bátin. (Vagnur)
Uppískoytið: Ì 2005 skrivaði eg niðanfyri grein, sum eg haldi skal við. Ti navnið Falkur úr Hósvík hevur alla mína tíð verið kent navn serliga á ólavsøku
Úr myndasavninum – 6-mannafarið Falkur var hansara hjartabarn

Eftir ólavsøkuróðrarnar í 2005 skrivaði eg niðanfyri grein um Levi Petersen áhugaverdan eldri víkamann, sum var komin til Havnar at fylgja 6-mannafarinum Falki, sum hann átti. Falkur er í dag 113 ára gamal, og Falkur úr Hósvík og Greivin úr Kollafirði, sum er eitt ár yngri, hava alla mína tíð verið fastir gestir á ólavsøku. Levi Petersen doyði 18. september í 2011.
6-mannafarið Falkur er hansara hjartabarn
85 ára gamli víkamaðurin Levi Petersen, sum býr í Hósvík, eigur 108 ára gamla 6-mannafarið Falk, sum róði á fleiri stevnum í ár. Levi gongur upp í kappróðurin við lív og sál, og hann fegnast um hvønn kappróður, báturin rør, sigur bátsformaðurin Jóhannes Johannesen, sum hevur róð við Falkinum í nógv ár.
Í Hósvík býr 85 ára gamal maður, sum hevur stóran áhuga í føroyskum kappróðri. Og serligan áhuga hevur hann í sínum egna báti, sum eitur Falkur. Falkur er kent navn í føroyskum kappróðri, tá ið vit tosa um gomul 6-mannafør, sum rógva á fleiri stevnum. Falkur og Greivin róðu kapp á ólavsøku í ár, og Falkur vann róðurin. Bæði Falkur og Greivin eru fleiri enn hundrað ára gamlir bátar. Falk smíðaði bátasmiður av Skipanesi.

85 ára gamli Levi Petersen eigur Falk, sum stendur í neystinum hjá Kollafjarðar Róðrarfelag, og tað er kollfirðingurin Jóhannes Johannesen, sum er bátsformaður og hevur róð við bátinum í nógv ár.
– Ja, Levi er nú ein eldri maður, men áhugin fyri Falki er eins góður, og tá ið hann sjálvur róði við bátinum. Levi var á ungum árum sjómaður og arbeiddi seinni í asfaltverkinum í Hundsarabotni. Hann hevði nátturðan við til arbeiðis, tí hann skuldi rógva eftir arbeiðstíð. Og Falkur hevur vunnið nógv steyp, sum standa í heiminum hjá Levi í Hósvík, sigur Jóhannes
– Levi er víkamaður og býr í Hósvik. Falkur er sum sagt gamal bátur, og tað eg veit, stavar báturin úr Vík og hevur altíð verið í ættini hjá Levi. Og Levi gleðir seg sum eitt barn, tá ið várar, tí tá verður Falkur drigin úr neystinum. Levi fylgir væl við, hvussu báturin stendur seg í kappingini, og vinna vit steyp, so fara vit eftir stevnu inn á gólvið hjá Levi við steypinum, og tá hevur hann gjørt okkum ein betri bita. Ein sermerkt løta, sum er hugnaligt og stuttlig.

– Á ólavsøku var Levi fegin. Dóttirin koyrdi hann til Havnar, og tá ið vit komu at landi, var Levi fyri okkum við stórum smíli. Stóltur var hann, tá hann sat í koyristólinum við steypunum í fanginum.
– Sjálvur havi eg róð við Falki og Greivanum síðani einaferð í sekstiárunum. Ella rættari sagt, nú lati eg ungu menninar rógva og stýri sjálvur. Vit venja ikki so nógv, kanska tvær tríggjar ferðir um vikuna áðrenn stevnu. Tað er spennandi og stuttligt, og menn ganga upp í róðurin við lív og sál. Á ólavsøku var stuttligt at vinna á Greivanum, og tað var eisini frøi á monnum, at eigarin eisini var komin úr Hósvík til Havnar at fylgja báti sínum.
Tá ið vit róðu í Hósvík var Levi uppi á vegnum og fylgdi róðrinum. Hann var væl nøgdur við róðrarlagið og ferðina á bátinum, so hann hevur altíð sínar viðmerkingar um róðurin, sigur Jóhannes at enda.
Abbasonur Levi, Hallgrím Hansen, er ikki á felagsmyndini, tí hann er løgreglumaður og skuldi eftir ólavsøkuróðurin heim at fáa sær ein blund, tí hann skuldi til arbeiðis um náttini. Hallgrím er kent navn í Havnar Róðrarfelag, tí hann var við at vinna FM-heitið við Ørvi í 2003. Flestu ørvamenninir fóru umborð á Hoyvíkingin, men tað hevði Hallgrím ikki stundir til.
Mamma Hallgrím segði heimasíðuni, at tá ið byrjar at vára, so ringir abbin mangan til abbasonin og spyr, hvussu gongur at manna Falk. So hjá Levi er mestsum leingi at bíða, til Falkur verður drigin úr neystinum og flotaður.
Vit kunnu leggja afturat, at tað hevur týdning, at føroyskur kappróður er annað enn kapping um stig og FM-heiti. Altavgerandi at eldri rógvarar og yngri rógvarar, sum ikki hava stundir at venja so nógv, eisini kunnu seta seg við árarnar og kappast á stevnunum.Tess fleiri fólk rógva, tess størri gerst áhugin fyri føroyskum kappróðri. (Vagnur)