Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Róðrarsambandið skal tora at bróta upp úr nýggjum, sigur Ísak Mikladal úr Klaksvík

$
0
0
Ísak Mikladal er formaður í Klaksvíkar Róðrarfelag.

Fekk hósdagin áhugavert prát við Ísak Mikladal, formann í Klaksvíkar Róðrarfelag. Frá honum fekk eg góð tíðindi og minni góð tíðindi. Góðu tíðindini eru, at felagið hevur tríggjar evnaríkar manningar umborð á Klaksvíkingi og Páll Fanga við monnum og kvinnum, men so rør bara ein ungdómsmanning í summar, og tað er Fípan Fagri við dreingjum barnaróður. Og Ísak hevur boð um, hví so er.

– Ja, tað er harmuligt, at vit ikki fáa fleiri ung at rógva kapp, tí vit royna alt, vit kunnu, til tess at manna bátarnar. Eg havi ta fatan, at tey ungu tíma ikki at rógva, um tey frammanundan vita, at tey ikki megna at koma fram í oddin. Tey vilja ikki standa aftanfyri menninar umborð á Klaksvíkingi og tildømis dreingirnar umborð á Fípuni Føgru, sum kláraðu seg so væl í fjør.

– Ein orsøk er eisini, at torført er at fáa fólk at stýra, og her haldi eg, at Róðrarsambandið átti at traðkað til og skipa fyri skeiðum fyri róðursfólkum. Havt ein ráðgeva, sum kundi ferðast kring landið og stimbrað í feløgini, sigur Ísak.

Sjálvur havi eg heilt stóra virðing fyri manningini umborð á Klaksvíkingi og ungu monnunum umborð á Páll Fanga. Teir umborð á Páll Fanga róðu í fjør við Fípuni Føgru. Og sum eg skilji, leggur Martin Venned venjari stóran dent á at fáa kvinnurnar umborð á Páll Fanga kropssterkari og í enn betri venjing, so tær kunnu koma longur fram í oddin. Í fjør vantaði nakað umborð á Páll Fanga.

Vit eru stødd i Hósvík í fjør. Nærmast Ormurin, síðani Klaksvíkingur, Drekin Reyði og Havnarbáturin. (Mynd Hvannrók)

Komi beint nú at hugsa um 8-mannafarið Nevið Reyða, har rógvari í 2016 í Runavík breyt eina ár í startinum, so sjey menn máttu rógva allan teinin, meðan áttindi rógvarin sat frammi í rong. Tað var um reppið, at teir vunnu róðurin við sjey monnum.

Manningin umborð á Klaksvíkingi hevur serligan hugburð. Teir møta altíð til ódnartøkini í væl kenda reyð/hvíta búnanum. Komi at hugsa um mynd, eg tók í fjør, tá teir róðu ódnartøk í Havn. Í Álakeri stóð bilur klárar við alskyns smyrjibreyði og okkurt at drekka til rógvararnar, tá teir komu aftur at landi. Hetta boðaði frá trivna umborð á 10-mannafarinum úr Klaksvík.

Hetta eru ungu menninir umborð á Páll Fanga, sum í fjør róðu við Fípuni Føgru. Spennandi at fylgja ungu monnunum í summar. (Mynd Hvannrók)

Og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg skrivi, at tá Klaksvíkingur og Ormurin á ólavsøku í fjør kappaðust um fyrsta plássið, so hildu 90% av áskoðarunum við Klaksvíkingi. Sigi hetta, tí Ormurin hevur so lítið tilknýti til Havnina. Báturin sæst ikki á Havnarvág um summarið, tí teir venja í Kollafirði. Orsøkin er, at so nógvir klaksvíkingar rógva við Orminum. Styttri at koyra til Kollafjarðar enn til Havnar.

Søguliga myndin av Nevinum Reyða, tá ár brotnaði í Runavík í 2016. Vit síggja áttanda rógvaran sita frammi í rong. Myndin tikin av sjónvarpsskíggjanum. (Mynd Hvannrók)

Í prátinum hósdagin hevði Ísak eisini annað upp á hjartað. Hann sigur soleiðis: – Eg haldi, at Róðrarsambandið skal tora at bróta upp úr nýggjum. Ikki vera bangin at fá kanska ein ella tveir róðrar aftrat, men eisini skal RSF útvega nýggja útgerð til startin.

Klaksvíkingar fáa sær ein bita eftir ódnartøkini í Havn í fjør. (Mynd Hvannrók)

– RSF skal fáa sær nýggja útgerð, har róðursfólkini sleppa frá at loysa bátin úr startinum. Hetta skal alt gerast sjálvvirkandi, har tøknin loysir allar bátarnar úr startinum í senn. Henda útgerð kostar nakrar hundrað túsund krónur, men hetta hevði bøtt um nógv, sigur Ísak at enda.

Leygardagin í aðru viku rógva manningarnar fyrsta FM-róðurin í 2018, og altíð er spennandi at vita, hvussu venjingarstøðan er hjá ymsu manningunum á norðoyastevnu. Vit gleða okkum. (Vagnur)

Vit kundu ynskt okkum fleiri ungdómsmanningar úr Klaksvík. Nærmast Fípan Fagra úr Klaksvík. Tær rógva ódnartøk. (Mynd Hvannrók)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>