
Tá vit hyggja at úrslitunum í barnaróðrunum, so síggja vit, hvussu stóru fjarstøðan er millum fremsta og aftasta bátin. Orsøkin er ógvuliga einfald. Tey ungu kunnu rógva barnaróður sum ellivu, tólv, trettan og fjúrtan ára gomul. Bæði stødd, vekt, aldur og royndir eru ymiskar umborð á bátunum. Vit hava eisini fekst tildømis dømi umborð á Ingibjørg við dreingjum, sum vann allar barnaróðrarnar í fjør. Nú rógva teir dreingjaróður og hava ongan møguleika at koma fram í oddin. Havi sagt tað fleiri ferðir áður. Róðrarsambandið skal fáa endurskoðað aldursmørkini og hyggja at øðrum ítróttagreinum, har tú í bóltspølunum ert tvey ár í hvørjum aldursbólki. Vit mugu ikki bara lata standa til.
Í dreingjaróðrinum á norðoyastevnu fór Fiskurin úr Vági fyrstur um málið. Næstur Heykur úr Hósvík og Fípan Fagra úr Klaksík. Í genturóðrinum fór sum væntað Firvaldur fyrstur um málið við Knúki og Frúnni í hølinum. Vit síggja eisini, hvussu stórur munurin er í genturóðrinum, tí vit skulu minnast til, at manningarnar rógva bara 500 metrar. Niðanfyri síggja vit nakrar myndir, sum vit tóku í Klaksvík.
Havi hugt í hagtølini, og har síggi eg, at barnamanningarnar eru minkaðar 30% síðani í fjør. Í 2017 róðu tólv dreingjamanningar og ellivu gentumanningar barnaróður á norðoyastevnu. Í ár róðu níggju dreingjamanningar og sjey gentumanningar. Spell, at vit ikki síggja livandi myndir frá barnaróðinum. (Vagnur)









