
Havi til stuttleika hugt eitt sindur í hagtølini frá 2008 til tess at síggja, hvussu gekk tá at manna bátar kring landið. Bátatalið er á leið tað sama í øllum bátastøddum uttan 6-mannaførunum við monnum.
Allar ungdómsmanningarnar halda á leið tørn pluss og minus tveir/tríggjar bátar í bólkunum. Serliga sæst, at 6-mannaførini við monnum eru farin afturi eftir hali, tí í 2008 róðu átta 6-mannafør við monnum á norðoyastevnu, og heili tólv bátar á ólavsøku. Á norðoyastevnu leygardagin róðu bara fýra 6-mannafør við monnum og bara trý 8-mannafør. 8-mannaførini hava verið fá seinnu árini.
Tað eru serliga tvey økið í landinum, sum hava mist fótafestið. Róðrarháborgirnar Vestmanna og Runavík eru fánaðar, og í Vestmanna rør bara ein gentumanning. Í Klaksvík vanta ungdómsmanningar, tí meðan Klaksvíkingur og Páll Fangi við monnum og kvinnum eru har, so rør bara ein barnamaning.

Havi sjáldan sæð so vakra kappróðrarmynd, sum hana ovast. Talan er um Páll Fanga, sum vann á norðoyastevnu. Guðrið Patursson tók leygardagin myndina fyri Hvannrok.fo. Fyri ólavsøku í fjør, tosaði eg í Álakeri við manningina umborð á Fípuni Føgru, og teir søgdu mær, at í 2018 fóru teir at rógva við Páll Fanga, tí teir vildu fylgjast. Tveir rógvarar vóru vorðnir ov gamlir.

Áhugavert at síggja, hvussu høgt Páll Fangi flýtur á sjónum. Lættir unglingar í toppvenjing. Hetta boðar frá góðu, tá talan er um Klaksvíking næstu nógvu árini. Kanska komu ungu menninir umborð á Páll Fanga nakað lætt til sigurin, tí hini 6-mannaførini sýntist ikki at vera í nóg góðari venjing. Eingin ivi um, at tættari verður í Kollafirði leygardagin. (Vagnur)