
Tá eg leygardag hugdi at kappróðrunum í Kringvarpinum, legði meg allar fyrst eftir at fylgja við, hvussu ymist bátarnir startaðu. Og her er himmalvíður munur. Summir bátar koma slett ikki avstað, meðan aðrir leggja seg klárt á odda við upp til hálva bátslongd eftir fáum tøkum fyri síðani at halda leiðsluna ella missa flogið eftir stuttari tíð. Trý dømi fari eg at nevna hesaferð. Torført at taka myndirnar á eystanstevnu, tí fjarstøðan er so lang frá myndatólinum út til bátarnar.
Síggi á in.fo, at Ormurin framdi eitt bragd á eystanstevnu, tí hann eftir vánaligan start tó megnaði at vinna róðurin. Áhugavert at síggja, hvussu hetta var gjørt og at fylgja bátinum inn eftir.
Í míni verð er hetta slett ikki eitt bragd, tí Ormurin hevur víst á norðoyastevnu og á sundalagsstevnu, at báturin er nógv betri enn hinar manningarnar. Og fjarstøðan, sum Ormurin vann aftur á eystanstevna, var júst fjarstøðan, sum teir vóru frammanfyri hinar bátarnar á hinum báðum stevnunum. So teir hava róð eins væl og við somu ferð á øllum trimum á stevnum.
Hitti leygarmorgunin rógvara umborð á Orminum og spurdi hann, hví teir júst í summar eru so stinnir og rógva so væl. Ì fjør gekk eisini væl á summum stevnum, har teir millum annað skiftu bát á hálvari leið og vunnu og taptu við honum. Og rógvari segði í stuttum soleiðis:
– Í ár hava vit fasta manning, meðan vit í fjør skiftu fólk vegna skaða, og onkur rógvari skuldi okkurt annað. Tað sýnist, sum meira róð er í bátinum, og so skal eisini sigast, at vit hava nýggjan bát, segði rógvari við einum smíli.

Fara vit til dreingjaróðurin, so hendi júst tað, sum eg við HR brillum var bangin fyri. Jallurin legði ógvuliga hart út báðar fyrstu stevnurnar, men megnaði ikki at halda tørn seinast í róðrinum, og Drekin fór við sigrinum.
Á eystanstevnu løgdu teir eisini hart út og fingu nógv besta startin. Men hesuferð mistu teir ikki leiðsluni, sjálvt um Drekin var um at taka Jallin á mállinjuni. Eingin ivi eru um, at skulu hvítu bátarnir gera sær vónir at vinna næstu ferð á Jallinum, so nyttar einki at missa hálva til heila bátslongd í startinum. Ovurfegnir vóru Jalladreingirnir eftir sigurin á eystanstevnu.

Triðja dømi er Falkurin við gentum, sum leyp avstað, meðan tildømis Drekin, sum bleiv nummar trý, var aftanfyri í startinum heilari bátslongd eftir fáum tøkum. Her hendi so tað, at Falkurin megnaði at halda tørn og vann sær silvurheiðursmerkini, meðan Tambar ikki megnaði at fylgja við í endaspurtinum og gjørdist nummar fýra. Blikur vann óhugaverda róðurin.

Tá tað kom óvart á fólk kanppliga at síggja 8-mannafarið Nevið Reyða á Skálafjørðinum og ongan Ørv. Frásøgufólkini boðaðu frá, at manningin umborð á Ørvi vildu royna annan bát, sjálvt um Ørvur er nýggjur bátur.
Her má sigast, at royndin miseydnaðist, tí í sekundum var Nevið Reyða eins langt frá Árnfirðingi og Argjabátinum sum Ørvur var á sundalagsstevnu. Hetta við at skifta bát og kolldøma bát hava vit upplivað óteljandi ferðir í føroyskum kappróðri. Vit upplivdi tað við jú í fjør við Orminum, og Tofta Regini, sum vann meistaraheitið við bátinum, sum tey í Havnar Róðrarfelag høvdu kolldømt.

Sum 6-mannafarsróðurin við kvinnum er óáhugaður. Sølmundur og Ormurin eru dømi um, at tú savnar royndar góðar rógvarar í sama bát, sjálvt um manningarnar ikki hava tað stóra tilknýti til felagið. Frálíkir rógvarar, men vit megna ikki í Føroyum at manna nógvar slíkar bátar, tí úrvalið av rógvarum og serliga kvinnurógvarum er avmarkað. Eg vil siga, at kvinnurnar umborð á Sølmundi eru úrvalsrógvarar, sum rógva ómetaliga væl
Vit hoyra ikki nógv um skaddar rógvarar í fjølmiðlunum, men tað eru fleiri skaddir rógvarar. Og missir tú rógvara í róðrarárinum vegna skaða, so er torført at fá eins góðan rógvarar í somu venjing.

Tær eru drúgvar kvinnurnar umborð á Erlu Kongsdóttir, sum ikki fekk so góðan start. Áhugavert at síggja Sílið, Teistan og Erlu Kongsdóttir eina løtu stavn um stavn, men seinast í róðrinum megnaðu Sílið og Teistin ikki at fylgja Erlu Kongsdóttir. Tað kemur heilt óvart á okkum nógvu, at Jallurin soleiðis hevur mist flogið og ikki endurvinnur meistaraheitið frá í fjør. Jallurin datt aftur á fjórða plássið og kundi slett ikk bjóða av.

6-mannafarsróðurin við monnum var áhugaverdur, og nú styttist enn meira millum Páll Fanga og Gongurólv, sum saman við Rádna fingu besta startin. Løgið at síggja, at teir umborð á Gongurólvi sýnast at hvíla seg eina løtu og lata Páll Fanga minka um frástøðuna í fáum tøkum og fara framum, fyri síðani at rógva frálíkan endaspurt. Haldi eisini, at Rádni hesaferð var nógv betur fyri.
Barnaróðrarnir eru torførir at umrøða, men higar til eru somu vinnarar. Firvaldur av Tvøroyri við gentum og Fiskurin úr Vági við drengjum. (Vagnur)´

