Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Svanur vitjar í Føroyum um várið ávegis til Íslands at reiðrast

$
0
0
Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)
Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Eg kom fram á myndir av nøkrum svanum, sum eg tók fyri nøkrum árum síðani á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. Fjúrtan svanir svumu og leitaðu eftir føði á vøtnunum henda dagin. Tað, sum vit kenna til svan í Havn, eru veingjaskerdu svanirnir á sinni í Plantajuni. Arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani í farloyvi júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnir vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini.

Svanur er ótrúliga prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir.

Mynd tikin í 2015. (Mynd Vagnur)
Mynd tikin í 2015. (Mynd Vagnur)

Svanur eigur annars í Íslandi og øðrum kuldalondum. Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands, har hann ger sær reiður av sevi og mosa digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til enda verður tað ein túgva. Svanur er so ráðaríkur og harðsintur, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið. Makarnir halda væl saman og eru umhugsnir fyri ungunum, sum teir ikki lata úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári.

Meðan bøgan vermir, situr steggin uttan og syngur. Um heystið síggjast aftur svanir á okkara leiðum aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum. Tá kunnu teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum. Gamli fuglurin hevur hevur gult og svart nev, meðan ungfuglurin hevur meira ljósareyt nev við dimmum oddi. Eg tosaði tá við eina konu í Hoydølum, sum segði mær, at eitt svanapar fleyg í løtuni omanfyri har á leiðini, men tey vistu ikki, hvar svanaparið helt til. Svanur er sæddur á Hoyvíkstjørn, segði konan  mær. (Vagnur)

Henda dagin vóru fjúrtan svanir á Mjáuvøtnum: (Mynd Vagnur)
Henda dagin vóru fjúrtan svanir á Mjáuvøtnum: (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>