Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Annika Olsen borgarstjóri í Havn kennir slett ikki søguna um høllina á Hálsi

$
0
0
Borðtennis og Judo hava nú sín heimstað í niðaru hædd í høllini á Hálsi. (Mynd Vagnur)

Í juli mánað var orrusta í fjølmiðlunum millum Anniku Olsen borgarstjóra í Havn og fyrrverandi borgarstjóran Heðin Mortensen. Annika Olsen segði tá, at tað er stór skomm, at vit sum høvuðsstaður ikki kunnu hýsa okkara egnu landsdystum í eini nýggjari høll, sum hevur kostað skattgjaldaranum 80 milliónir krónur síðani 2008. Øði spann í Heðin, sum svaraði aftur, at orðini hjá Anniku var grov manipulatión, tí tølini hava púrt einki hald í veruleikanum, men vera bara slongd út, so tað enn einaferð skal bera til at seta undanfarna býráð í ringt ljós.

Niðanfyri vil eg geva mítt íkast til kjakið um útbygdu høllina í Hálsi, og tað at byggja býnum nýggja marghøll/býarhøll. Byrji við at siga, at ein nýggj býarhøll hevur einki at gera við útbyggingina av høllini á Hálsi. Hetta er tvey heilt ymisk mál.

Haldi, at Annika Olsen skuldi í hesum førinum fyrst gjørt sítt heimaarbeiði, áðrenn hon fór í fjøllmiðlarnar. Veikleikin er, at Annika kennir slett ikki søguna um høllina á Hálsi, og hví skuldi hon tað, tí hon var jú ikki fødd, tá vit spældu fyrstu dystirnar í høllini á heysti í 1970.

Høllin á Hálsi var tikin í nýtslu á heysti í 1970. Eitt satt valaverk og frálíkt handverk. (Mynd Dimmalætting)

Tað vóru feløgini Havnar Badmintonfelag, HB, B36, Kyndil og Neistin, sum saman Tórshavnar kommunu og landinum, tóku stig at byggja høllina, sum kom at eita Tórshavnar samkomu-og ítróttarhøll. Í 1968 var nýggja høllin í Klaksvík – sum tann fyrst í Føroyum – tikin í nýtslu, og nú skuldi Havnin hava sína høll. Tá búðu eini 9000 fólk í Tórshavnar kommunu.

Greitt var longu í 1970, at tørvurin á ítróttahøll í høvuðsstaðnum var nógv størri enn ein høll, tí eg kann minnast sum hondbóltsspælari í bestu deildini, at vit sluppu bert at venja ein tíma hóskvøld frá 19-20 og ein tíma týskvøld frá 22-23. Tey fimm feløgini fingu sína kvotu av venjingartímum.

Nýggja høllin á Hálsi var ein valahøll og gott handverk, og hetta søgdu eisini útlendsku ítróttafólkini, sum komu til Føroya. Eingin høll í danska kongaríkinum er so nógv brúkt, sum høllin á Hálsi, sum var opin allar dagar í viku frá sjey/átta á morgni til ellivu/tólv á kvøldi. Umframt ítróttavirksemi í høllini húsaði høllin eisini handilsstevnum, konsertum, bilframsýningum, samfelagsmøtum og annað virksemi.

Eftir fjøruti ár var høllin somikið nógv niðurslitin, at høllin mátti umvælast. Talan var fyrst og fremst um gólvið, skiftingarrúmini og takið, og umvælingin fór fram árini 2011 til 2014. Skiftingarrúmini vóru umvæld í 2011, gólvið í 2012 og takið í 2013. Tá vóru ikki røddir frammi at leingja høllina ella byggja býarhøll í Havn.

Eftir fjøruti virkin ár mátti eisini gólvið í høllini umvælast í 2012. (Mynd Vagnur)

Sjálvur eri eg uppvaksin við høllini á Hálsi. Havi spælt og vant har, og frá 1991 til 2017 var eg nevndarlimur og eisini formaður í Gundadalshøllini, og vit fylgdu øll umvælingini av høllini á Hálsi. Gundadalshøllin var tikin í nýtslu í 1984, og tað vóru Kyndil, Neistin og Fleyr, sum tóku stig at byggja høllina. Hoyvíkshøllin kom í 2002 og nú er høll eisini komin á Argjum.

Vit, sum fylgja hondbóltinum bæði heima og uttanlands, hava vitað í fleiri ár, at altjóða krøvini til altjóða landsdystir eru herd fleiri ferðir. Og vit hava eisini vitað, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøvini. Nøkur av krøvunum umfata tal av áskoðarum, frástøðu frá vølli til áskoðarar, og at áskoðarar ikki mugu ganga fram við leikvøllinum. Eisini er talan um hædd frá gólvi til loft og onnur krøv.

Feløgini í Havn afturútsigld.

Tað eru hondbóltsfeløgini Kyndil og Neistin og flogbóltsfelagið Fleyr, sum ferð eftir ferð vístu á yvirfyri kommununi, at feløgini hava alt ov fáa venjingartímar í mun til feløg kring landið. Summu yngstu at byggja út Gundadalshøllina, men longu í 2014 skrivaði eg grein á Hvannrok.fo. at best var at leingja høllina á Hálsi. Seinni komu so uppskot at spreingja so mikið nógv norðeftir, at borðtennis og judo, sum vóru húsvill í býnum, fingu sín heimstað í kjallaranum. Talan var tá ongantíð um eina býarhøll ella marghøll, sum er ein heilt onnur verkætlan.

Fantastiskt at sleppa at spæla hondbólt innandura í 1970. Spælið gjørdist skjótari, og málini gjørdust eisini fleiri.

Sum eg skilji, so kostaði nýggja høllin 37 milliónir krónur, og tá parkeringplássið var gjørt og kjallarin til borðtennis og judo, so var samlaða talið 51 milliónir. Og hetta eru væl givin peningur, má sigast.

Hvat er ein markhøll/multihøll/býarhøll

At gera eina mark/multi/býarhøll, hvussu vit rópa høllina, er heilt onnur ætlan og setir heilt onnur krøv, sum ikki kann byggjast á grundøkinum, har høllin á Hálsi stendur. Límbjálkarnir, sum halda uppi høllini eru ov smalir, so gamla høllin kann lúku altjóða krøvini. Høllin er rætt og slætt ov smøl. Er talan um býarhøll, skalt tú ikki bara hugsa um, hvat ítróttafeløgini hava tørv á, men hvønn tørv øll kommunan/høvuðsstaðurin hevur.

Ein altjóða býarhøll kundi ikki byggjast á Hálsi, tí grundøkið er alt ov lítið. Kommunan gjørdi rætt at byggja út høllina. (Mynd Vagnur)

Hundraðtals parkeringspláss, og túsundtals áskoðarapláss, tí høllin skal kunna hýsa altjóða dystum, stórum konsertum og messum. Høllin kann ikki brúkast sum vanlig venjingarhøll, tí høllin verður stongd í nógvar dagar fleiri ferðir um árið, tí onnur stór tiltøk enn ítróttur skulu í høllina. Her skal setast upp og takast niður, og ymisk gólv skulu leggjast á gólvið. Býarhøllin, sum kanska kostar 150 milliónir krónur, skal eisini hava stór goymsluhøli og aðra útgerð í høllini

Fara vit tildømis til høllina Boxen í Herning, so kunnu tey eisini fyriskipa altjóða svimjikappingar og súkklukappingar í stóri høllini. Men hetta fer uttan iva ikki at henda í eini møguligari býarhøll í Tórshavnar kommunu.

Alt hetta skuldi Annika Olsen borgartjóri havt sett seg inn í, áðrenn hon fer í fjølmiðlarnar. Her hevur hon ikki gjørt heimaarbeiði. Og tá talan er um altjóða hondbóltsdystir, so liggur uppgávan fyrst og fremst hjá landinum, at føroyingar kunnu spæla altjóða dystir í Føroyum. Tá Annika og tey á Vaglinum fyrst hava fingið okkum altjóða 50 metra langhyl, so er at slóða fyri, at ein nýmótans altjóða høll verður bygd í høvuðsstaðnum. (Vagnur Michelsen)

 

 

 

 

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Trending Articles



<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>