
Allir dreingirnir á myndini eru farnir væl um tey seksti árini og onkur farin um tey sjeyti árini. Allir búgva í Havn uttan Virgar Wardum, sum um tjúgu ára aldur fór til Íslands og búsettist har. Hann var í Føroyum, tá mamma hansara Katrina Wardum doyði. Tá hevði eg ikki sæð hann í kanska tjúgu tretivu ár. Slík mynd vekir góð barna- og ungdómsminni, tí eg minnist bara til heilt góð barnaár og ungdómsár við Landavegin. Vit vóru útibørn. Eingin fartelefon, teldil, sjónvarp ella aðrir elektroniskir hentleikar. Spæliplássið spenti víða frá Landavegnum oman í Hornabø, oman á Skálatrøð, Skipasmiðjuna og Vestaru bryggju. Minnist einki til, at vit keddu okkum nakrantíð, vit vóru altíð á ferð.
Vit vóru tríggir beiggjar, sum svóvu í lítlum kamari við “etagusong”, har vit máttu skora okkum millum sengurnar, tá vit fór í song. Vit bara svóvu í kamarinum, tí pláss var ikki til annað. Sum umborð á gomlu sluppunum. Stuttligt at síggja, hvussu vit allir eru klæddir. Vit gingu um summarið í stuttum buksum og føroyskari troyggju. Minnist einki til, at vit nakrantíð vóru kaldir og høvdu krím. Umfarssjúkur høvdu vit uttan iva, men slíkt gloymir tú. Okkara stóra spælipláss er nógv broytt síðani barnaárini, tí stórir skúlar og aðrir stórir bygningar eru farnir við vøkru grønu fløtunum.
Minnist einaferð vit sótu nógvir dreingir niðri við Ellisheimið og hugleiddu um ymist. Tá segði ein av okkum, at hann ímyndaði sær, at vit á ellisárum allir búðu saman á Ellisheiminium.Tá svaraði annar drongur, at vit áttu at yvirtikið ovaru hæddina á Ellisheiminum. Ellisheimið varð bygt í 1935, har mamma mín býr. Eg kann upplýsa landavegsdreingjum, at eingin vón er enn at sleppa á Ellisheimið, tí miðalaldurin á búfólkunum er omanfyri níti ár, og vit eru ikki vorðnir sjeyti ár. Soleiðis var ikki á okkara ungu døgum. Tá komu fólk á Ellisheimið um sjeyti ára aldur, tí tá var eingin bráður bíðlisti. Vit mugu bíða eini tjúgu ár, um vit liva so leingi. (Vagnur)