Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Aftur í 60 árini – X-Rays spældi fyrstu ferð alment í 1968 (5)

$
0
0
X-Ray avmynaðir á støðni á Argjum. (Mynd Vagnur)
X-Ray avmynaðir á støðni á Argjum. Frá vinstru Hans Edvard Hansen, Ovi Mortensen, Eyðálvur Gulklett og Hans Birgir Hansen. (Mynd Vagnur)

Tónleikabólkurin X-Rays av Argjum spældu í 1991 fyrstu ferð í Aftur i 60-ára tiltakinum, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár. Teir føstu limirnir í bólkinum vóru Hans Edvard Hansen, solo og sang, Eyðálvur Gulklett, bassguitar og sang, Hans Birgir Hansen, rútmuguitar og sang og Ovi Mortensen spældi trummur. Í 1991 segði forsangarin Hans Edvard við undirritaða:

Eyðálvur, Hans Birgir og Hans Edvard á ungum árum.
Eyðálvur, Hans Birgir og Hans Edvard á ungum árum.

– Vit byrjaðuí smáum at koma saman at spæla síðst i 1966. Tað var bert til stuttleika, og eingin okkara hevði ætlan nakað meira við tí. Men í september mánað i 1968 vórðu vit bidnar at spæla til fyrstu veitsluna hjá framhaldsdeildini á Venjingarskúlanum. Skúlin var tá nýggjur, og hvar ið eisini tveir av okkum gingu í skúla.

– Í oktober mánað sama árið vórðu vit bidnir at spæla til eina veitslu í Losjuni, og fjúrtan dagar seinni til almennan dans sama stað. Eftir hetta kom rættulig gongd á spælingina, og hildu vit fram í nøkur ár, til nakrir av okkum fóru til Danmarkar at ganga í skúla, og onkur annar fór til skips.

– Vit trinu so ikki fram á pallin aftur fyrr enn til Skansastovukonsertina “Popp-minnir” tann 29. desember 1978. Síðani hava vit spælt meira ella minni øll hesi árini – tó mest til veitslur, brúdleyp og tílíkt.

– Vit hava spælt at kalla í øllum støðum í Føroyum – upp til fleiri ferðir sama stað. Tó hevur ongantíð verið boð eftir okkum úr Klaksvík. Tey fyrstu árini spældi Per Gulklett trummur. Eisini hava aðrir trummusláarar spælt fyri Ova, ta tíðina hann var í Danmark. Eitt skifti høvdu vit eisini ein urguspælara við okkum. Annars hava vit verið teir somu øll hesi árini. Ì heyst eru 25 ár síðani, vit byrjaðu at spæla, segði Hans Edvard við undirritaða í faldara, sum var givin út í sambandi til Aftur i 60 árini í 1991.

X-Rays í ár 2000 í sambandi við Aftur í 60-árini. Standandi f. v: Hans Birgir, Eyðálvur, Ovi og Hans Edvard. Fremst frá vinstru Karl og Zacharias á Argjum. (Mynd Vagnur)
X-Rays í ár 2000 í sambandi við Aftur í 60-árini. Standandi f. v: Hans Birgir, Eyðálvur, Ovi og Hans Edvard. Fremst frá vinstru Karl Djurhuus og Zacharias á Argjum. (Mynd Vagnur)

A-Rays spældu fimm ferðir í Aftur í 60 árunum. Fyrstu ferð í 1991, síðani í 1992, 1994, 1998 og 2000. Teir tríggir Hans Edvard, Hans Birgir og Ove eru allir uppvaksnir á Argjum, meðan Eyðálvur eru úr Nólsoy, men búði á ungum árum á Argjum.

Vit spæla nú einar tíggju ferðir um árið, sigur Hans Edvard. (Mynd Vagnur)
Vit spæla nú einar tíggju ferðir um árið, sigur Hans Edvard. (Mynd Vagnur)

Eg síggi í faldaranum frá á 2000, at nú eru seks limir á myndini í faldaranum. Umframt Hans Edvard, Birgir, Eyðálv og Ova, eru Zacharias av Argjum og Karl Djurhuus eisini á myndini. Zacharias spældi orgul og Karl spældi trummur. Vit skriva nú 2016, og eg havi spurt Hans Edvard um teir í X-Rays framvegis spæla. – Vit spæla nú einar tíggju ferður um árið og mest til dans í Klubbanum, sigur forsangarin í X-Rays. (Vagnur)

Trummusláarin Ovi Mortensen avmynaður á støðni á Argjum í sambandi í Aftur í 60-árini. (Mynd Vagnur)
Trummusláarin Ovi Mortensen avmynaður á støðni á Argjum í sambandi í Aftur í 60-árini. (Mynd Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>