Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Heilar 5000 innskrivingar á Heilbrigdi síðani 1986

$
0
0
Heilbrigdi
Heilbrigdi í róligum umhvørvi á Velbastað. Væl valt stað. (Mynd Vagnur)

Sum framhald av greinini, eg skrivaði um húsið við Tinghúsvegin, har AA-arar hittast til ymsar fundir hvørja viku, havi eg ringt á Heilbrigdi á Velbastað og spurt at eitt sindur um viðgerðina. Eisini um húsini, tey hava havt í umleið tretivu ár, eru nóg stór til tess at nøkta tørvin. Eg prátaði við fyrikomandi kvinnu, sum hevur starvast á Heilbrigdi næstan frá byrjan. Og hon sigur:

– Tað vóru Ingi Mohr, Nanna Skála og Jákup Lindenskov, sum slóðu fyri húsinum á Velbastað. Fyrstu trý árini komu fólk til avrúsing fyri síðani at fara til Ìslands at fáa eftirviðgerð. Hetta var í 1986, men trý ár seinni í 1989 fór eftirviðgerðin eisini fram á Velbastað. Í høvuðsheitum kann sigast, at viðkomandi persónur skal fyrst aveitrast og heilsukannast, áðrenn viðgerðin kann fara fram. Viðgerðin tekur umleið fýra til seks vikur. Tað velst um, hvussu viðkomandi er fyri.

Heilbrigdi
Húsini nøkta ikki tørvin, tí tey eru vorðið ov lítil, og tí mangla tey pláss.  (Mynd Vagnur)

– Tá tú spyrt um pláss og tey avvarandi, so er pláss fyri tólv sjúklingum á Heilbrigdi, og síðani miðskeiðis í 1980-árunum eru niðurskrivaðar umleið 5000 innleggingar. Talan er ikki um 5000 ymsar persónar, tí fleiri persónar ganga aftur. Húsið nøktar ikki tørvin, tí vit mangla pláss. Tá eg sigi sjúklingar, so er alkoholisma eftir Minnesotafyrimyndini ein frumsjúka, ið vindur upp á seg, er óbótalig, men kann viðgerarast, sigur starvsfólkið.

Minnesotafyrimyndin ella Hazeldenfyrimyndin, sum er kend í USA síðani seinast í 1940-árunum, er væl gjøgnumroynd. Á heimasíðuni hjá Heilbrigdi stendur millum annað: Viðgerðin, ið varar einar 4-5 vikur, fer fram í vardum umhvørvi. Øll tiltøk miða ímóti, at sjúklingurin lærir at kenna sjúkuna alkolismu frá øllum síðum. Hann skal út frá hesum læra at taka ábyrgd av sær sjálvum og mennast i edrúskapi, fáa nýggj lívsvirði og endurvinna andaliga, sálarliga og likamliga heilsu.

Ikki er gjørligt at nevna alla mannagongdir í hesi grein, tá fólk skulu avrúsast og skulu í viðgerð, men tey á Heilbrigdi hava tey tólv stigini at ganga eftir, har tað andaliga millum annað er við í viðgerðini. Persónur, sum kemur á Heilbrigdi, er illa fyri bæði andaliga, sálarliga og likamsliga, men tey avvarðandi er eisini manga illa fyri. Tí fáa tey avvarðandi eisini tilboð um at koma til fundir, og tey kunnu eisini koma í serstaka viðgerð.

Mangan hoyrist, at tú kanst ikki fáa person at halda uppat at drekka, uttan hann vil tað sjálvur, og tað verður eisini sagt um tey, sum koma á Heilbrigdi, at 50% drekka ongantíð aftur, 25% mugu á Heilbrigdi meira enn eina ferð, meðan tey seinastu 25% fáa ikki bilbukt við sjúkuna. Vit kenna øll onkran, sum drakk seg í hel, sum vit málbera okkum. Tey doyggja á alt ov ungu aldri av rúsdrekka og ella øðrum rúsevnum.

Eg havi sæð í kanningum í Danmark, at 15-20% av teimum, sum byrja at drekka sum ung, gerast bundin av rúsdrekka. Hetta er stórt tal, men hyggi eg um meg millum vinnir og kenningar í Føroyum, so passar hetta tal ógvuliga væl. Havi stóra virðing fyri arbeiðinum, sum Blái krossur og Heilbrigdi gera til tess at fáa fólk at halda seg frá rúsdrekka. Kenni nógvar persónar, sum drukku seg í hel, men eisini nógvar persónar, sum fingu bilbukt við rúsaða løginum og byrjaðu eitt nýtt lív. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>