
Eg havi júst lagt eina 6×6 sentimetrar lítla mynd á skannaran, og síðani fái eg úrslitið omanfyri. Myndina tók eg á ólavsøku í 1964 úti á Velbastaðvegnum við einum gomlum kassatóli, sum mamma átti. Ólavsøkan var tá lítið verd uttan vit ungu sóu kappríðing á Velbastaðvegnum, svimjikapping í uttandura svimjihylinum í Gundadali og kappróður á Havnarvág. Stórur áhugi var fyri kappríðing á Velbastaðvegnum. Tey riðu kapp á Velbastaðvegnum til ólavsøku 1970, tá tey gjørdu nýggja breyt í Marknagili. Niðanfyri kanst tú lesa grein, eg skrivaði fyrst í árinum um kappríðing.
Úr myndasavninum – Tey riðu kapp á Sundsvegnum í farnu øld

Kappríðing í Føroyum hevur áhugaverda søgu, og eg minnist, tá ið tey riðu kapp úti á Velbastaðvegnum, har altíð nógv fólk hugdu at. Í 1970 fóru tey niðan í Marknagil at ríða kapp, tá ið nýggj rennibreyt við startbásum var gjørd har. Fyri kortum fekk eg mynd í hondina, sum sýnir kappríðing á Sundsvegnum, har tey riðu kapp, áðrenn farið varð út á Velbastaðvegin í 1926. Nú sveima tankarnir:
Ross hava alla mína tíð sett dám á ólavsøkuna, og serliga børnini eru upptikin av vøkru rossunum við reiðfólki í hvítari skjúrtu á rossabaki. Ólavsøkudag fóru rossini av Vaglinum í skrúðgonga út í Havnardal, og nógv fólk serliga ungfólk fylgdu skrúðgonguni. Startmálið var nakað heimafyri Norðasta Horn, og málið var nakað uttanfyri krossin. Teinurin var 500 metrar.

Eg minnist tveir frálíkar frásøgumenn, sum dugdu væl at fáa kappríðingina spennandi, og vóru hesir fyrst Poul Mohr og seinni Júst Rubeksen. Rossini, sum riðu vórðu á á Sundsvegnum fyrst í farnu øld, vóru arbeiðsross, men seinni fingu fólk sær ross sum frítíðarítriv.
Eingi hagtøl finnast um ross í Føroyum, tí setti eg mær fyri at kanna, hvussu nógv ross í veruleikanum eru í landinum. Eg kom fram til, at umleið 370 ross eru í Føroyum, har størsti parturin eru íslendsk ross. Nøkur ross eru blandaði, nøkur eru norsk, og so hava vit hesi 65 føroysku rossini, sum fólk vilja varðveita. Í 60 árunum góvust føroyingar at brúka rossini sum vinnuross.

Løtan varð áhugaverd og spennandi, tá steypahandanin fór fram eftir kappríðingina í Havnardali. Vinnarar nummar eitt, tvey og trý fingu silkiband bundið um bringuna, og bondini høvdu ymsar litir. Eisini fingu vinnarar steyp, men hetta vóru ikki eins stór steyp, sum tú nú sært. Hetta vóru smá “fitt” silvursteyp, sum kunnu prýða um í stovuni.
Eg haldi, tað minkar við rossum, sum ríða ymsu kappríðingarnar. Í Havn var ólavsøkukappríðingin og heystkappríðingin. Seinni kom kappríðing í Vágum og við Leynavatn.
Síðani Føroysk Íslandsrossafelag varð stovnað, er skipað fyri kapping í teimum fimm gonguløgunum, og úti í Havnardali er gjørd ríðubreyt til endamálið. (Vagnur)