
Lærararnir fremst frá vinstru eru: Bjarni Holm, Hans Andreas Joensen, Jórun Simonsen, Sverri Jacobsen, Pauli Nielsen og Hans Holm. Næmingurin Eliesar Jacobsen vantar á myndini.
Floksmyndin omanfyri er av skúlanæmingum í Venjingarskúlanum er søgulig, tí í august mánað í 1968 komu næmingarnir ymsastaðni frá at ganga í 2. real í nýggja Venjingarskúlanum. Skúlan var annars vígdur á hvítusunnu 1969. Um hetta mundið vaks Havnin skjótt, og tørvur var á nýggjum stórum skúla, sum skuldi hýsa bæði Føroya Læraraskúla og so barnaskúla/ungdómsskúla. Minnist, at myndin omanfyri hekk á veggi á einum av lonunum, tá eg gekk á Læraraskúla.
Beiggi mín Torbjørn er á myndini, og hann sigur, at næmingarnir í flokkinum komu úr ymsum skúlum í Havn. Sjálvur gekk hann í 1. real heima í Realskúlanum, og flokkurin á myndini er fyrsti 2. realflokkur, sum koma at ganga í Venjingarskúlanum. Hetta var í 1968.

Minnist eisini, tá Tórshavnar kommuna tók trøðna hjá okkum til skúlan, tí eigararnir fingu bara nakrar krónur fermeturin fyri trøðna, meðan onnur serliga í eysturbýnum spunnu guld at selja traðir til sethús. Hetta hildu vit vera ógvuliga órættvíst. Minnist tey tosaðu um orðið “ekspropriera”, sum merkir ognartaka. Kommunan ognartók einar fýra traðir frá Landavegnum oman í Hornabø. Vit hildu eisini lítið um danska sniðið á skúlanum, tí so nógv byggilendi fór til spillis millum ymsu lonurnar.
Nú er so Venjingarskúlin søga og samanlagdur við øðrum skúla til Skúlan á Fløtum, har einir túsund næmingar skulu ganga. Fyrsti skúlastjóri í Venjingarskúlanum var Jeffrei Henriksen, sum var stjóri frá 1968 til 1980. (Vagnur)