Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nú helt eg, at sluppin Westward Ho hevði fingið menningarkvotu.

$
0
0
Nú helt eg, at Westward Ho lá við bryggju og landaði til Landingarmiðstøðina. Men fór skeivur. (Mynd Vagnur)

Tó eg Í vikuni spákaði á ”Ískaiini”, stúrsaði eg knappliga við, tí við bryggjuna, har skip og bátarnar vanliga landa til Landingarmiðstøðina, lá sluppin Westward Ho og landaði, helt eg. Visti, at sluppin plagdi at vera úti við skúlanæmingum, men heystfrí var, og veðrið hevði ikki verið nakað serligt seinastu dagarnar. Helt, at onkur starvsfólkabólkur kanska hevði verið á floti og fingið so mikið nógv, at best var at landa førningin.

Jóan Petur (1894-1963) var í fleiri ár skipari á skonnartini Yvonnu. Áhugaverd bók at lesa.

Eisini skemtuligir tankar, tí kanska hevði sluppin fingið menningarkvotu, sum skuldi avreiðast til okkurt virki. Eg gjørdist forvitin og kom at hugsa um eina av bestu bókunum, eg nakrantíð havi lisið. Bókin Jóan Petur hjá Mouritsi, sum Absalon Absalonssen gav út í 2006, er um smádrong, sum frá lærara í Vági seinasta skúla dag fekk hesi orðini: Tú ert eitt null og tú verður eitt null. Men lærarin undirmetti Jóan Petur, sum gjørdist atvallar bestu fiskiskiparum í Føroyum.

Jóan Petur fór til skips sum tólv/trettan ára gamal, og evnini at fiska vóru so mikið góð, at hann gjørdis sum 22 ára gamal skipari og var ein av bestu skiparum í Føroyum samfull 54 ár. Ì bókini verður Westward Ho eisini nevnd, tí hon var ein av teimum meira enn hálvhundrað sluppunum, sum fyrst í 1900 hundrað talinum og seinni var heimahoyrandi í Suðuroy. Síggi í yvirlitið, at Westward Ho summarið 2019 avreidd 143 tons av saltfiski í Vági.

Westward Ho var bygd í Grimsby í 1884, og í 1895 var sluppin keypt til Tvøroyrar, og í bókini um Jóan Petur hjá Mouritsi síggjast hagtøl, hvussu nógv ymsu sluppirnar fiskaðu. Ein sluppgrunnur í Havn keypti Westward Ho, men nú eigur Tórshavnar Kommuna 134 ára gomlu sluppina.

Meðan eg henda morgunin gekk yvirímóti Westward Ho, kom eg at hugsa um Jóan Petur hjá Mouritsi og fiskimenninar, sum fyrst í 1900 – talinum bara við seglum fiskaðu á Suðurlandinum í Ìslandi, sum var vandamikið farvatn. Einki stýrihús, eingin telefon, eingin radari bara sekstantur og log. Og ringar umstøður umborð, tí vatnið var lítið, maturin ikki nóg góður og ringar umstøður at skaffa.

Ì bókini fáa vit millum annað at vita um hendingina 17. mai 1917, tá átta føroyskar sluppir undir fyrra veraldarbardaga vóru søktar á Føroya Banka av týskum kavbátum. Føroysku fiskimenninir vóru bidnir at fara í bátarnar, og so vóru sluppurnar søktar. Tíbetur var durdarveður, og allir sjómenninir megnaðu at rógva til lands ella vera bjargaðir av øðrum føroyskum sluppum. Teir, sum róðu longs til lands í søkkladnum bátum, róðu 70 sjómíl.

Átta føroyskar sluppir vóru søktar á Føroya Bank 23. mai 1917. Margretha, sum Jóan Petur førdi, var ein av sluppunum. J. Waagstein málaði málning frá hendingini. Fimtan mans er í søkkladna bátinum eftir uppskoti frá einum av manningini.

Allir føroyingar áttu at lisið bókini Jóan Petur hjá Mouritsi, tí hetta er føroysk sigligarsøga, tá hon best. Jóan Petur andaðist umborð á Saksaberg í mai mánað 1963 eftir at hava verið til skips í samfull 54 ár. Hann er best kendur sum skipari á fransaskonnartini Yvonnu. Sonur hansara Mourits gjørdist eisini skipari og sigldi teir eisini saman.

Helt, at Westward Ho hevði fingið menningarkvotu, men so var ikki. (Mynd Vagnur)

Gitti skeivt um Westward Ho

Nú var eg komin yvir til Westward Ho og sá, at fiskur var ikki landaður til Landingarmiðstøðina. Umborð sá eg menn, sum vóru fyrrverandi kommunustjóri, sakførari, stjórar og annars eldri menn, sum vóru góður við aldargomlu sluppuna. Har var eingin fiskur at síggja, og tá eg spurdi mann, hvat teir fingust við, var svarið:

– Vit rigga av fyri summarið, og nú skal byggjast tjald yvir dekkið sum verjir tað ímóti illveðrinum í vetur. Tá hava vit eisini umstøður at umvæla og mala niðriundir, svaraði kranførarin, sum syrgdi fyri, at alt tilfarið kom inn á dekkið. Sum tað er gott, at vit hava varðveitt eina so vakra slupp sum Westward Ho. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>