Quantcast
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tá prestur Ejgil Sand kom til Fuglafjarðar í 1935 – Karen mamma prest skrivaði ferðafrásøgn

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Fuglafjørður 1936.

Nógv áhugavert eldri tilfar um Føroyar er skrivað av dønum. Kom fram á áhugaverda bók skrivað av Karen Sand, sum var mamma prestin Ejgil Sand, sum í 1935 kom til Føroya saman við konu síni Annu Tackmann at vera prestur í Fuglafirði, Gøtu, Leirvík, Oyndafirði, Funningi og Gjógv. Støðgurin skuldi vera fimm ár, men seinni heimsbardgin gjørdi, at tey bæði vóru tólv ár í Føroyum. Í 1936 komu foreldrini at presti pápin Christin, mamman Karen og verpápin Jacob Tackmann til Føroya at vitja ungu prestahjúnuni. Tilfarið í bókini skrivaði Karen úr brøvum, sum sonurin sendi heim, og minnini frá ferðini í Føroyum í 1936. Karen var frálíkur tekningari, og í bókini eru eisini fleiri tekningar.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Frá vinstru. Sand prestur, konan Anna, mamma og pápi prest Karen og Christin og uttast til høgru Jacob pápu Annu

Hans Ejgil Sand nam sær prestaútbúgving í 1935, og eftir at hava hitt konuna Annu á ferð Jútlandi, gjørdu tey skjótt av og gingu saman í hjúnarband. Tey tóku stóra avgerð, tí Ejgil søkti starv í Føroyum, sum tey lítið og einki kendu til frammanundan.

Tey gjørdust beinanvegin bergtikin av Føroyum, tá tey við Tjaldrinum nærkaðust landinum, sum tey næstu tólv árini skuldu gerast teirra heimstaður. Í Havn stukku tey fyrst inn á gólvið hjá Dahl prósti í Sandagerði, áðrenn leiðin gekk við Tjaldrinum inn á Nes, har tey fingu song eina nátt hjá prestinum Buhl Nielsen. Síðan sigldu tey við Sølmundi til Fuglafjarðar.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Donsku gestirnir upplivdu eisini grind í Gøtu

Prestakonan gjørdis ovurfegin at síggja vakra og snotuliga prestagarðin í Fuglafirði. Stórar stovur, ynskikøkur og frálíkt útsýnið. Móttøkan var framúrskarandi. Fólk komu millum annað við eggum, mjólk, kalvafiski, blómum, og ein kom við livandi hønu, sum kundi verpa egg hvønn dag.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Prestafrúan við Gjógv í 1936

Vit eru í 1935, og tá var ikki koyrandi millum allar bygdir í Eysturoynni. Tí mátti prestur bæði koyra, sigla og ganga upp um fjøl, tá hann skuldi hava gudstænastu, gifta fólk, doypa børn, og tá fólk skuldu jarðast. Áhugavert at lesa, at hvussu prestur skipaði fermingina, har hann pá savnaði ungu fólkini í eina bygd, har hann undirvísti og fyrireikaðu tey ungu til stóra fermingardagin.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Bygdin Oyndafjørður er eisini við í bókini. Mynd er tó frá 1910. Húsini við flagtaki standa so tøtt

Frá fyrstu síðu í bókini sæst tíðuliga, hvussu teir tríggir gestirnir foreldrini Chistin og Karin og Jacob verfarðir prest sugu náttúruupplivingarnar til sín. Tey fylgdu presti til ymsu bygdirnar og gjørdu nógvar útferðir yvir dalar og fjøll. Tey vóru bergtikin av føroysku náttúruni.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Viðareiði og nógvu vøkru laðaðu garðarnir.

Nógv frálíkar svart/hvítar myndir eru í bókini, sum presturin tók flestar. Áhugavert at lesa, hvussu Karen upplivdi gerandisdagin hjá føroyingum í 1936. Flestu menninir vóru til skip frá vári til heyst, og tað vóru kvinnurnar og børnini, sum hoyggju og ambætaðu kríatúrunum. Smáligt hjá fleiri familjum, og har var eingin Almannastova, arbeiðsloysisstuðul ella barsilsskipan at halla vanga á. 1930 árini í Føroyum vóru jú hørð hjá fólki at koma ígjøgnum.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Her eru tey í hoyna í Fuglafirði.

Vit eru í eini tíð í Føroyum, tá teir tríggir gestirnir eisini síggja ”mælkekoner” í fjøllunum, sum Karen fortelur. Konar binda bæði gangandi, og eru at síggja binda við sjóvarmálan. Ja, so uppliva tey eisini, at millum 200-300 hvalirnir leggja beinini í Gøtu. Tó komu tey ikki á Gøtu sand, fyrr enn drápið var av. Stór upplivindi hjá teimum at síggja menn skera upp grindahvalir og fáa alt til høldar.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Karen teknaði fleiri tekningar á føroyaferðin. Her handilin við Gjógv.

Gjógv fyllir nógv í hugaheiminum hjá Karen og teimum og serliga Gjógvin. Hon leiðir okkum inn í umstøðunum hjá bygdarfólkinum at flota bát. Hon sær á landslagnum, hvussu stórar og høgar aldurnar kunnu vera, sum um veturin koma buldrandi inn í Gjónna. Nevnir eisini hendingina í 1870, tá tvey 8-mannafør gingu burtur, og seytjan sjómenn lótu lív. Hvørt hús í bygdini merktu sviðan av syrgjuligu hendingini.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Donsku gestirnir vóru væl móttiknir av føroyingum. Her síggja tey, hvussu ungdómar stuttleika sær í ánni.

Áhugaverd bók sæð við donskum brillum í 1936. Karin vísir eisini á, hvussu frítt og gott ungdómurin hevur tað hóast alt í 1930-árunum. Lívsglaður ungdómar og vinsæl fólk alla staðni tíðina, tey trý vóru í Føroyum.

Bókin eitur Færøøminder við undiryvirskriftini Breve fra Fuglefjord skrivað av fru Karen Sand. Tey vóru í Føroyum summarið 1936. (Vagnur)

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Donsku gestirnir vóru hugtiknir av gjónni í Gjógv.

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>