
Stórur dagur var, tá bróðursonur mín flutti heimanífrá og í Eirargarð 16. Hugnalig høli í niðastu hædd, men kanska nakað lítið kamar. Nýggj tíð skuldi byrja fyri unga dreingin, sum nú var farin um tey tjúgu árini. Tilboðini til menningartarnað fólk í Føroyum hanga ikki á trøunum, og vit hoyra um familjur, sum flyta av landinum, tí tilboðini er betri uttanlands. Tá eg hoyrdi, at bróðursonurin og onnur á Eirargarði 16 máttu flyta úr hølunum í skundi, tí blámusoppur og vánalig inniluft var í hølunum, gjørdist eg ikki sørt illur. Tí, hví lata landsins myndugleikar støðuna koma so langt, at hølini mugu tømast í skundi?
Hetta er átaluvert, tí talan er um okkara allar veikastu og viðbreknastu medmenniskju. Eg tími ikki at hoyra um stórar skúlar og tunlar fyri milliardir, tá eg hoyri, hvussu vit fara við okkara gomlu og menningartarnaðu. Mangan verður sagt, at tað er júst, hvussu hesi fólkini hava tað og trívast, hvussu tú kann máta, hvussu standurin er í samfelagnum. Tunlar og stórir bygningar eru ikki nokk. Vit minnast øll, tá menningartarnað máttu flyta av landinum, og tá nógv teirra komu aftur fyrst í 1970-árunum og seinni, dugdu tey bara at tosa danskt.

Vit skulu minnast til, at talan er um heimið hjá hesum fólkum, og tað er undir alt lágmark, at hesi búfólk og starvsfólk máttu flytast burtur í skundi. Fyri nøkrum árum síðani hoyrdi eg í Ùtvarpinum sending um viðlíkahald av Landssjúkrahúsinum. Nøkur prosent av fíggjarætlanini skulu brúkast til viðlíkahald av bygningum, men hesi prosentini minkaðu seinastu árini, tí vóru bygningarnir í so ringum standa.
Viðkomandi leiðarar og politikarar, sum hava ábyrgdina av Eirargarði, áttu at havt ringa samvitsku, tí eingin skal siga mær, at fólk ikki hava vitað um støðuna langt fyri, at búfólkini vóru flutt burtur í skundi. Tað sýnist, at ikki fyrr enn skaðin er hendur, vakna fólk, og slík mál enda í løgtinginum. Hví skulu slík mál koma so langt? Bara spyrji.
Nú eru búfólkini flutt á Eirargarð 14, sum slett ikki hevur tey tól, sum Eirargarður 16 hevur. Ja, og nær sleppa búfólkini í teirra heim aftur. Eg hoyrdi ein leiðara á Eirargarði 16 siga, at fara frá Eirargarði 16 til Eirargarð 14, er sum at flyta úr øskuni í eldini. Hetta málið er bara so ússaligt og hoyrir ongastaðni heima. (Vagnur)