Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Kend býarmynd við el-drivnari trillibøru (e)

$
0
0
Vilhelm er fyrikomandi maður at práta við. (mynd Vagnur)

 

Hvønn gerandisdag síggi eg 50 ára gamla Vilhelm Jacobsen rudda í gøtunum í grannalagnum, í urtagørðum og onkuntíð í Gundadali, tá ið fótbóltsdystir í bestu deildini eru spældir. Við sær hevur hann eldrivna trillibøru, men áður hevði hann vanliga trillibøru. Haldi, at henda børan er einasta av sínum slagi í Havn. Eg spurdi Vilhelm, hvør munur er á eini vanligari lættari trillibøru og eldrivnu børuni, tí eldrivna trillibøran er nógv tyngri enn vanligar børur.

-Í Havn eru nógvar brekkur, og nógv órudd kemur í børuna. Tá er gott, at børan koyrir sjálv niðan brekkurnar bara við at trýsta á eitt handtak, hetta sparir meg fyri orku. Børan er eldrivin við tveimum battaríum, sum eg seti til at løða eftir arbeiðstíð. Annars kann børan koyra í tveir arbeiðsdagar uttan at løðast.

-Eg arbeiddi áður hjá Valdmari Lützen, men síðani ár 2000 havi eg havt fast arbeiði í ruddingartoyminum hjá Tórhavnar kommunu. Mær dámar arbeiðið avbera væl. Sjálvandi er veðrið ymist, men tú fært fríska luft og hittir nógv vinarlig fólk hvønn dag.

– Vit byrja klokkan sjey um morgunin og gevast klokkan trý. Triðja hvønn sunnudag arbeiði eg frá klokkan sjey og einar tríggjar, fýra tímar. Størsta takið er ólavsøkan, og sum tú veitst, so er óruddið øgiligt ólavsøkudagarnar. Eg havi havt hesi trillibøruna í skjótt trý ár, og børan hevur riggað ótrúliga væl. Onkur annar í toyminum hevur frá kommununi fingið tilboðið sama slag trillibøru, men teir vilja heldur brúka gomlu børurnar, sigur Vilhelm Jacobsen at enda uttan fyri Tjaldurs Apotek.

Í børuni hevði hann eisini stóran sekk við tómum fløskum, sum hann hevur funnið bara í morgun. Fløskurnar verða seldar, og peningurin fer í kaffikassan hjá arbeiðsmonnunum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>