Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Beinleiðis syrgiligt, at vágbingar ikki fáa mannað besta kvinnuliðið

$
0
0
Neistakvinnur og VB-kvinnur avmyndaðar í Gundadali í 1935. Standandi fr.v: Hanna Mortensen, Neistin, Ella Arge, VB, Mia Rein, Neistin, Helga Magnussen, VB, Sára Hansen, Neistin, Charlotta Hjelm, VB, Petra Rein, Neistin og Marna Nolsøe, VB. Húkandi f.v: Edith Dahl, VB, Elsa Müller Poulsen, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, enn ókent VB-andlit, Michala Hjelm, VB ?, Rigmor Christiansen, Neistin, og Jona Mortensen, Neistin.(Myndeigari Símun Arge)

Hondbóltsfelagið Neistin er elsta hondbóltsfelagið í Føroyum stovnað 21. mars 1931. Og longu nøkur ár seinni fóru tey eisini at spæla hondbólt í Vági. Neistakvinnur komu skjótt at hava frálíkt samstarv við VB, og mangan spældu neistakvinnur ímóti VB bæði í Havn og í Vági. Tá boðini fyrr í ár komu um , at VB ikki fekk mannað besta kvinnuliðið, kom eg at hugsa um tvær hondbóltsmyndir frá 1935 av neista – og vágskvinnum. Onnur myndin tikin í Vági og onnur í Gundadali. Mamma, sum er hundrað ára gomul, spældi við neistanum og er á myndini niðanfyri.

Neistakvinnur og vágskvinnur avmyndaðar í Vági í 1935. Neistakvinnurnar eru st.f.v: Ása Michelsen, Dagny Nolsøe, VB, Petra Rein, Neistin, Sanna Mortensen, VB og Marna Nolsø, VB. Sitanandi fr.v: Edith Dahl, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, Ella Arge, VB, Sára Hansen, Neistin, Helga Magnussen, VB, Mia Rein, Neistin og Elsa Müller Poulsen, VB.

Mamma og Ella Arge, sála, úr Vági ,vóru vinkonur, og áðrenn Ella flutti til Havnar, spældi hon við VB. Mamma hevur mangan sagt mær, hvussu gott vinarlag var millum vágskvinnur og neistakvinnur. Í míni tið sum hondbóltsspælari vóru VB kvinnur altíð við í kappingini, og tí er tað beinleiðis syrgiligt, at VB ikki hevur nóg nógvar spælarar til kvinnuliðið. Vit sakna veruliga VB í bestu deildini.

Orsøkin er einfald, tí samfelagið er so nógv broytt, og fólkatalið í Vági er so nógv minkað síðani stóru kreppuna fyrst í 1990-árunum. Og tá so mest sum øll tey ungu nú skulu á miðnámsskúla og seinni til víðari lestur, so mugu tey ungu av oynni. Sá, at onkur skrivar, at VB kemur sterk aftur við góðum kvinnuliði. Men eg ivist, og uttan iva mugu vit bíða eftir undirsjóvartunlinum til Suðuroyar.

Skrivi um kappróður um sumrarnar, og í fjør eydnaðist at manna 10-mannafarið Suðuroyingin. Men umstøðurnar at venja, sum aðrir rógvarar gera norðansfjørð, eru heilt øðrvísi umborð á Suðuroyingi. Nakrir rógvarar ganga í skúla ella arbeiða norðansfjørð, og tí mugu rógvarar fara suður einaferð mitt í viku og norð aftur morgunin eftir fyri síðani at venja um vikuskiftiið har suðuri og á maskinum í Havn. Hetta eru tíverri umstøðurnar. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>