
Jóhannes Álvheygg var leiðari í KFUM í Havn frá 1960 til 1975, og fyrsta stóra takið í KFUM var hjá honum at gera hondbóltsvøll sunnan fyri KFUM-bygningin og fáa mannað manslið í hondbólti, sum kom at spæla í næstbestu deildini. KFUM spældi í landskappingini í eini sjey ár. Eg havi tosað við Álvheygg, sum býr í Danmark, og Svend Krosstein, sum báðir spældu við KFUM í 60-árunum.
KFUM er ein av mínum grannum, og eg síggi alt virksemið, sum er í stóra bygninginum við Hoydalsvegin. Nú eitt kvøldið møtti eg tveimum ungum KFUM-skótaleiðarum í durinum til skótarúmini. Teir bjóðaðu mær innar at síggja umstøðurnar, og tá ið eg segði teimum, at Álvheygg í 60-árunum gjørdi hondbóltsvøll sunnan fyri KFUM-bygningin, og at KFUM hevði manslið í næstbestu deildini í hondbólti um tað mundið, stóðu teir báðir sum kánus, tí hetta vistu teir einki um.

Álvheygg, sum vit róptu hann, var fólkavinur í Havn. Hann var leiðari í KFUM frá 1960 til 1975, og eg minnist hann serliga frá gevandi og stuttligu dreingjamøtunum. Fyri trimum árum síðani var móttøka í KFUM, har nógv fólk heilsaðu upp á Álvheygg og takkaðu honum fyri ógloymandi dreingjamøtini, sum hann leiddi so væl.
Álvheygg gavst í KFUM í 1975 og bleiv síðani blákrossskrivari, har hann var kendur fyri síni evni at hjálpa rúsevnismisbrúkarum. Eisini var hann í nógv ár deknur í Havnar kirkju. Nú er fyrrverandi býarmyndin í Havn Jóhannes Álvheygg 89 ára gamal og býr nær báðum børnunum í Danmark. Eg havi ringt til Álvheygg, og hann var sum altíð fyrikomandi og blíður og greiddi mær frá, tá ið teir gjørdu hondbóltsvøllin við KFUM fyrst í 60-árunum.
– Fyrsta stóra takið hjá mær sum leiðari í KFUM var at gera hondbóltsvøllin sunnan fyri KFUM. Eg sá, at KFUM skuldi gera nakað fyri ungdómin í býnum. Áðrenn vøllurin var liðugur, hevði eg longu mannað hondbóltslið við monnum. Onkur spælari búði í KFUM, annars vóru hetta ungir menn, sum eg leitaði upp í býnum, sigur Álvheygg.
Tá ið nýggi vøllurin varð liðugur í 1962/1963, helt Àlvheygg, at nú vóru so nógvir dreingir, sum sparkaðu fótbólt á vøllinum, at hann mannaði eisini dreingjalið í hondbólti. Málmaður bleiv Guttormur Zachariassen, sum vit kenna frá KFUM, og sum var lærari í Nonnuskúlanum. Brøðurnir Jákup Egholm og Sverri Egholm sáli spældu á liðnum, eisini Eyðfinn Egholm, Bjarni Sørenesen, Jóan Pætur Midjord, Nick Thomsen og aðrir.
Jákup Egholm sigur, at ungu spælararnir hjálptu til at gera vøllin lidnan, og at dreingjaliðið spældi bara eitt ár, tí tá fóru flestu dreingirnir í Neistan og Kyndil. Álvheygg sigur, at 60-árini minnist hann aftur við stórai gleði í KFUM.
– Hetta gjørdist ein ótrúliga spennandi tíð.Vit spældu og vandu fyrst á hondbóltsvøllinum í Gundadali, sum var við síðuna av fótbóltsvøllinum nær gamla HB-húsinum út ímóti ánni við Gundadalsvegin. Tá ið so hondbóltsvøllurin var liðugur við KFUM, spældu og vandu vit á nýggja vøllinum.

– Sjálvandi var stórt tak at gera nýggjan hondbóltsvøll í fullari stødd, men eg vendi mær til Petur Michelsen, byggimeistara í Havn, at hjálpa mær, tí nakað av spreingiarbeiði skuldi eisini gerast. Peningur var eingin, men bæði Petur Michelsen og onnur gjørdu arbeiðið ókeypis at gera vøllin. Samanhaldið var ótrúliga gott, og menn vóru hugagóðir og ágrýtnir.

– Tá ið vøllurin varð liðugur, floymdu ungdómar inn á vøllin, tí hetta var fyrsti vøllur, sum lá nær miðbýnum. Langt var tá hjá smábørnum at fara í Gundadal, tí bilur var slettis ikki sum nú í hvørjum húsi. Frá morgni til myrkurs vóru ungdómar á vøllinum.
– Ymsir ungir menn mannaðu KFUM-liðið hesi kanska sjey árini, vit spældu hondbólt. Bátur kom eftir okkum í Vágsbotni, og tá gekk leiðin antin inn á Strendur ella til Runavíkar at spæla hondbólt. Eisini vóru vit í Vestmanna, har vit vunnu steypadyst á VÍF. Men við árunum eldust menn, og eftir eini seks sjey góð hondbóltsár gavst KFUM at hava lið við í landskappingini, sigur Jóhannes Álvheygg at enda.
Álvheygg er 89 ára gamal, og býr hann í Danmark nær báðum børnunum Frans og Andreu. Kona hansara doyði fyri nøkrum árum síðani.
Álvheygg heitti á Svend Krosstein at spæla við KFUM

Yviri við Strond býr 82 ára gamli Svend Krosstein, og frá honum havi eg fingið frálíka mynd av KFUM-liðnum, sum vann steypadyst í Vestmanna. Svend kom til Havnar úr Klaksvík í 1956 og arbeiddi sum bókhaldari hjá Thomasi Dam. Hann hevði verið í Onglandi og Danmark og nomið sær útbúgving sum bókhaldari. Álvheygg bað Svend koma at spæla hondbólt.
– Eg arbeiddi hjá Thomas Dam sum bókhaldari, og Álvheygg arbeiddi sum leiðari í handlinum hjá Mariu Poulsen í miðbýnum, har hann arbeiddi í átta ár. Øll kendu fyrikomandi Álvheygg, og tað var hann, sum bað meg koma at spæla hondbólt. Eg hevði einki samband við KFUM, og tað høvdu aðrir spælarar heldur ikki. Álvheygg brendi fyri hondbóltsspælinum, og hann var ein frálíkur málverji.
– Tá ið vit í 1960 byrjaðu at spæla hondbólt, var eingin vøllur við KFUM, og eg kann bara minnast at hava spælt á hondbóltsvøllinum í Gundadali. Manningin vóru ungir menn, sum vóru komnir til Havnar at fáa sær útbúgving og ungir menn úr Havn.
– Eg havi ótrúliga góð hondbóltsminni frá KFUM-hondbólti, um man kann siga tað soleiðis. Serliga minnist eg frálíka hondbóltsferð til Vestmannar. Tað var vágbingurin Alfred Dahl, “Beiggin”, sum var kondittari hjá Frantz Restorff, sum fekk ferðina í lag. “Beiggin” var ein av leiðarunum í Neistanum.
– Starvsfólkini hjá Franz Restorff skuldu útferð til Vestmannar, og Beiggin bað KFUM-liðið koma við at spæla steypadyst ímóti VÍF. Eg minnist, at KFUM-spælararnir vórðu bjóðaðir til døgurða hjá VÍF-spælarum, og Mannbjørn Mortensen, lærari, bað meg og annan spælara koma heim við sær. Vit vunnu dystin, og hetta skuldi gerast ein ógloymandi hondbóltsferð til Vestmannar, og sum myndin sýnir, so sæst frálíki málverjin Álheygg í alpuhúgvu erpin við steypinum, sigur Svend at enda.

Eftir at hava avmyndað myndina av KFUM-liðnum og latið Svend myndina aftur, gekk leiðin á hondbóltsvøllin sunnan fyri KFUM. Jú, mín sann. Meira enn helvtin av hondbóltsvøllinum frá 60-árunum er framvegis har. KFUM er víðkað suðureftir nakað inn á vøllin, og á parti á vøllinum er spæliplássið hjá frítíðarskúlanum. Høgu hegnini, sum forðaðu bóltum ikki at enda inni hjá grannunum, standa framvegis um vøllin.
Tankarnir sveimaðu hesa løtuna, og eg sá fyri mær Álvheygg og hinir KFUM-spælararnar venja ella spæla dyst á vøllinum. Áhugavert og hugaligt at ganga á vøllinum og hugsa um gamlar dagar, har havnardreingir í hópatali eisini sparkaðu frá morgni til myrkurs, tá ið tey ikki vóru í skúla. Mansliðið hjá KFUM við Álvheygg á odda setti sanniliga dám á hondbóltslívið í Føroyum fyrst í 60-árunum.

Nú eru KFUM-spælararnir eldri menn, men teir eru partur av okkara hondbóltssøgu. Á myndini sæst KFUM-merkið á bringuni á spælarunum, og hetta var sama merki, sum donsk KFUM-lið eisini brúktu. Einaferð fylgdi eg kendum KFUM liði, Århus KFUM, sum spældi í bestu donsku deildini. Fleiri spælarar spældu á danska landsliðnum í 70-árunum og spældu eisini landsdystir í Føroyum.
Samrøðurnar við Johannes Álvheygg og Svend Krosstein søgdu mær, at frálíka hondbóltstíðin í KFUM situr djúpt í sálini á nú eldru monnunum.. Góð minni, góðir hondbóltsvinir og stuttligar hondbóltsløtur, søgdu teir báðir. (Vagnur)