
Tá eg síggi myndina omanfyri, reika tankarnir um barnaárini, tá leiðin heim í býin gekk eftir Gríms Kambandsgøtu ella rættari sagt Konradsbrekku, sum vit róptu gøtuna. Hyggja vit nærri at myndini, síggjast hvít stór valahús mitt í myndini. Hetta eru Lærarahúsini, har Zacharias Sørensen yvirlærari við familju búði. Tosaði við son Zacharis, sum segði mær, at hann var fýra ára gamal, tá tey fluttu í húsini. Spurningurin er so, hvussu gomul húsini eru, og hvør læt húsini byggja? Hetta skuldi gerast torfør uppgáva, tí hvørki Tórshavnar kommuna, Tjóðskjalasavnið ella Umhvørvisstovan (Tinglýsingin) kundi hjálpa mær. Skipanin hjá kommununi gekk ikki so langt aftur í tíðina, og so at hyggja í bøkur og annað tilfar og fáa hjálp frá Tjóðsavninum.

Skálatrøð, sum Niels N. Skaale fekk sum leigutrøð í fyrst í 1800-talinum, hevur sína søgu, og hvítu húsini á myndini ovast standa júst á Skálatrøð, sum Martin Christian Restorff keypti í 1863. M.C. Restorff róptur Gamli Restorff var dani og kom til Føroya í 1848 at arbeiða hjá Kongaliga einahandlinum. Tá einahandilin var avtikin í 1856, stovnaði M.C. Restorffs sitt egna handilsimperium. Millum annað Vágsbotnshandilin í Vágsbotni.
M.C. Restorff stóð fyri handlinum og hevði keypt Skálatrøð, men í 1882 fór sonurin Frants August Wilhelm Restorff upp í fyritøkuna, og tað var hesin Frants, sum læt byggja stóru valahúsini á Skálatrøð. Frants var giftur systkinabarninum Jacobinu rópt Bina. Tey áttu dóttrina Maju og tóku gentu til sín, sum æt Gina.

Havi lisið mær, at Frants og Bina vóru ógvuliga ymisk, tí Frants var heldur smæðin maður, meðan Bina hoyrdist og segði alt hart, sum hon hugsaði. Tá Frants doyði í 1917 flutti Bina og dóttirin Maja beinanvegin til Danmarkar. Bina doyði í 1933.
Fara vit aftur til Lærarahúsini, so eru húsini bygt einaferð í 1880 – árunum. Í 1925 keypti Tórshavnar kommuna Skálatrøð og kom at eiga hvítu valahúsini. Í mong ár vóru húsini yvirlærarahús, men seinni hevur Tórshavnar kommuna nýtt húsini sum húsvillabarakk. Sosialar íbúðir verða tílík tiltøk rópt, men hugtakið sosialar íbúðir, í orðsins rætta týdningi, eru ikki til í Føroyum, stendur at lesa í bókini Traðkaðu fólkini slóð.

Longst til vinstru í myndini ovast koma hús undan, sum Julius Christiansen, Julius í Dali, bygdi í 1880. Alt tað eg minnist, búða Jógvan Rasmussen á Sandi bilførari við familju í húsunum. Árstalið 1880 stendur á skjøldrinum. Nú eigur danski tónleikarin og sangskrivarin Sigurd Barret húsini. Sum omanfyri sagt havi eg roynt allastaðni at funnið á út av, nær Lærarahúsini vóru bygd, men tað nærmasta er fyri 1893 og uttan iva eru tey bygd miðskeiðis í 1980-árunum.

Eisini veit eg, at hvítu valahúsini høvdu nært tilknýti til Gamla hospital, og hospitalið leigaði kømur frá Frants og Binu, tá onkur umfarssjúka gekk á hospitalinum, og fólk máttu flytast í onnur høli. Veit um nógv fólk, sum hava búð í húsunum, og eg meini helt vist, at landsstjóralæknin Bærentsen við familju búði eintt skifti í húsunum.

At enda kann nevnast, at søgur ganga um, at søguligu húsini skulu takast niður, tí vegur skal gera oman á Skálatrøð í sambandi við, at Tjóðpallur skal byggjast har. Hetta er púra vilt í mínum oyrum, tí Tjóðpallurin hoyrir ikki heima á Skálatrøð, tí økið er upptikið, og hví kann søguliga húsini ikki frá frið og harvið eisini Konradsbrekkan og vakra økið har um leiðir. Tjóðpallurin kann byggjast alla aðrastaðni í kommununi. (Vagnur)