Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Kappingarskrá fyri 55 árum síðani

$
0
0
Liðini spældi fáar dystir fyri 50 árum síðani.
Liðini spældu fáar dystir fyri 55 árum síðani.

Til stuttleika havi eg funnið fram eina kappingarskrá frá 1964, tað vil siga fyri 55 árum síðani. Tá var hondbóltur summarítróttagrein, og dystirnir vóru spældir á grúsvølli uttandura. Sum tit síggja í skránni, spældu kvinnurnar í bestu deildini tvær ferðir tjúgu minuttir. Liðini spældu í bólkum, og síðani spældu tey hálvfinalu og finalu. Heilt fáir dystir vóru spældir hesi árini.  

Liðini høvdu ongan eyka spælara ella kanska bara tann eina, so sammeta vit dystirnar í 2019 við dystirnar í 1964, spældu spælarar kanska eins leingi í 1964 og spælarar í 2019. Tí nú sita fleiri spælarar uttan fyri vøllin enn spæla á vøllinum.

Kyndil á 25 ára hátíðardegnum hjá ÍSF í 1964. F.v: Elsa Poulsen, Olga Fredriksen, Sanna W. Johansen, Nina Weihe, Karin Kjølbro, Halgerð Djurhuus og Sissan Mortensen. (Mynd Bergtóra)
Kyndil á 25 ára hátíðardegnum hjá ÍSF í 1964. F.v: Elsa Poulsen, Olga Fredriksen, Sanna W. Johansen, Nina Weihe, Karin Kjølbro, Halgerð Djurhuus og Sissan Mortensen. (Mynd Bergtóra)

Leikaskráin boðar frá, at fyrsti landskappingardystur varð spældur 7. mai, og liðini vórðu býtt upp í økir. Spælt varð síðan til 11. juli, tá ið spælarar fóru í summarfrí. Meira enn mánað seinni 23. august spældi bólkur A og bólkur B hálvfinalur, og viku seinni 30. august varð finalan spæld.

Áhugavert at síggja í skránni, at Dúgvan úr Miðvági, Søljan úr Sandavági, ÍF úr Fuglafirði og TB av Tvøroyri spældu í bestu kvinnudeildini. VÍF, Kyndil, Stjørnan, Neistin og VB spældu í 1964, og men tí verri fær VB ikki mannað lið í vetur.


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>