
Vit ungu við Landavegin seinast í 1950-árunum og fyrst í 1960-árunum reikaðu víða, og leiðin gekk mangan oman í Hornabø, Vestaru bryggju, Skipasmiðjuna og Rættará. Vit kendu flestu arbeiðsfólkini, sum arbeiddu har á leiðini. Hornahúsini vóru spennandi hús, tí har hevði bóndin Axel Hansen róptur Hornabóndin neyt, og har var eisini spennandi stórur tarvur, sum vit ungu ræddust eitt sindur. Tað var ikki sørt spennandi og dult við Hornahúsunum, tí har var myrkt inni, og Hornabóndin var serligur. Minnist, at hann meira enn einaferð plagda at siga mær: – Pápi tín og eg vóru konfirmaðir saman, men eg gav mær ikki far um hetta tá, men nú havi eg kannað hetta eitt sindur nærri.

Seinnu árini er Havnin voksin við fúkandi ferð, og nú eru tey ávegis ar byggja hús nær Kirkjbøreyni og langt uppi í Húsahaganum. Øgilig broyting bara í okkara tíð. Í 1901 búðu 1.657 fólk í Havn og 5.255 í Føroyum, og nú búgva 42% av 52.000 fólkunum í Føroyum í Tórshavnar kommunu.
Søgan um Havnina er áhugaverd. Frá at vera fátækabúðstaðir úti á Reyni, har fáu fólkini arbeiddu hjá einahandlinum og bøndirnir áttu jørðina heilt oman til sjóvarmálan, er høvuðsstaðurin vaksin við fúkandi ferð bara í okkara tíð. So hvørt sum Havnin veksur minka hagarnir samsvarandi.
Flatnahagi, sum í dag umfatar økið frá Hotel Føroyum fram við Norðasta Horni, fram við vegnum inn í Havnardal, niðan til vindmyllurnar hevði einaferð 140 áseyðir. Ikki meira enn einir hálvthundrað áseyðir ganga nú í Flatnahaga.
Sum ungur royndi eg ymist í frítiðini, millum annað reið á ymsum hestum. Kom at kenna Benny Tórsheim, og vit lándu hest frá Egil Joensen, sála, Kjartani Mohr, og so plagdi eg at ríða á hesti hjá Brekkstein og teimum á Velbastað. Men hetta endaði brádliga, tí hondbólturin fekk fastatøkur í unglingin, og eg setti meg tí ongantíð aftur á hestbak.
Hevði eisini áhuga fyri seyði og var eisini nakrar ferðir á fjalli í Flatnahaga, har rættin var fram við vegnum í Havnardali oman í Sandá. Miðskeiðis í 1980-árunum gavst Hornabóndin við øllum bóndavirkseminum, og Júst Rubeksen yvirtók virksemið í Flatnahaga, sum Tórshavnar kommuna eigur. Flatnahagi er minkaður so mikið nógv, at har eru ikki meira enn einir hálvhundrað áseyðir. Eitt er økta byggivirksemið, men traðir eru eisini tiknar burturav Flatnahaga, so hagin minkar sum árini ganga.

Axel Hansen róptur Hornabóndin var sonur Poul Johannes Hansen róptur Eiðis Poul Johannes og Jakobinu rópt Bina. Tá eg fór at kanna familjuna hjá Hornabóndanum, stúrsaði eg við, tí tey vóru ellivu systkin, og barnaheimið var niðri í Tróndargøtu 16. Umframt Hornabóndan visti eg bara um løgreglumannin Heruf, Oluf og Binu, hini kendist eg ikki við.

Tey ellivu systkini vóru Hanna, sum ung fór til Kanada, síðani Grægaris, Bernadina, sum giftist til Vestmannar, Ragna, Helga, tvíburarnir Bina og Hannis, síðani Oluf, Borghild, Herluf og Axel. Kom onkuntíð í prát við Oluf hjá Poul Johennesi, sum arbeiddi á Eystaru bryggju, og sum hevði vakran bát liggja fyri teym í Vágsbotni. Vakur hvítur bátur við grønum stókkum og ovastu borðum. .

Nøkur av systkinunum búðu í húsi á trøð við Landavegin nær Kinabrekkuna, har tey høvdu trøð, og har sum nakrir av eftirkomarunum búgva. Síggi í bókini Losjan Støt Viljen 100 ár, at Poul Johannes og konan Bina vóru virkin í Losjuni. Verðin er lítil, tí eg síggi eisini, at Poul Johannes, Bina og abbi mín Hans Jacob í Dalaólastovu vóru nøkur av teimum, sum í 1926 endurstovnaðu Losjuna, sum hevði verið óvirkin í nøkur ár. Poul Johannes var á fundi valdur sum virkandi ovasti templari. Poul Johannes var arbeiðsmaður og eisini virkin í arbeiðsmannafelagnum.
Til stuttleika er løgd mynd frá 1927 aftrat tekstinum, tá Hornabóndin og pápi mín blivu komfirmeraðir. Prost Dahl er eisini á myndini. Myndin er úr bókini Havn-fólk og yrki, og har sita teir báðir Hornabóndin og Helgi í Smæruni so fittir í fremstu røð. Báðir føddir í 1913 og bara tveir mánaðir ímillum teir. Pápi mín doyði í 1985 og Axel Hansen í 1996. Niðanfyri síggja vit eisini mynd av Eiðis Poul Johannesi og nakrar myndir av Flatnahaga. (Vagnur)



