
Tá apríl mánaði nærkast, fært tú altíð serliga róðrarkenslu í kroppin. Áhugavert og spennandi at fylgja við á síðulinjuni, hvussu gongst at manna bátarnar kring landið. Eitt eru stóru róðrarfeløgini í Suðurstreymoy Róðrarfelagið Knørrur, Havnar Róðrarfelagið og Argja Róðrarfelag, men annað er, hvussu gongst at manna bátar aðrastaðni í Føroyum. Hetta hevur altíð havt mín stóra áhuga, tí kappróður hevur djúpar røtur nógvastaðni kring landið, men tað haltar mangan at fáa mannað bátarnar.

Tað gleddi meg at síggja í fjør, at hvussu nógvar bátar róðu úr Vági, og nú vit nærkast apríl mánað havi eg ringt til Rógva Kærbeck formann í Vágs Kappróðrarfelag til tess at vita, hvussu gongst at manna bátarnar í 2019. Gleðiligi tíðindini eru eisini, at Vágs Kappróðrarfelag arbeiðir miðvíst til tess fáa nýtt neyst og fyrsta floks umtøður til kappróður. Og Rógvi sigur:

– Fyrst skal eg siga, at samarbeiðið millum Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs Kappóðrarfelag um 10-mannafarið Suðuroying heldur fram. Suðuroyingur er mannaður. Í Vági hava vit góðar umstøður til ítrótt bara at nevna nýggja svimjihøll og fótbóltshøll, og so hava vit jú eisini fótbóltsvøllin og ítróttahøllina.
– Tá tú spyrt um kappróður, so er sum sagt Suðuroyingur mannaður, og síðani skulu næmingar á ítróttaskúlanum manna 8-mannafarið Tofta Regin. Hetta eru ungfólk, sum flest hava róð við øðrum feløgum kring landið. Smyril er mannaður við kvinnum, og møguliga fáa vit bátin eisini mannaðan við monnum. Men tað er ivasamt.

– Síðani eru vit fegin um, at fimm barnamanningar rógva í summar, men tíverri eingin gentu – og dreingjabátur. Nakrir rógvarar frá í fjør gjørdust ov gamlir, og tá so nakrir dreingir eru farnir til skips og gentur av oynni, so fáa vit ikki mannað hesar bátar, sigir Rógvi.
Vit gleða okkum at fáa nýggja neystið
Fert tú inn á heimasíðuna hjá Vágs Kappróðrafelag sært tú menn umvæla stórt pakkhús, og sjálvandi ert tú forvitin at vita, hvat menn fáast við, og til hetta sigur Rógvi: – Vit eru farin at umvæla pakkhús til nýtímans kappróðrarneyst, sum skal hýsa øllum virkseminum hjá felagnum. Í niðarau hædd er pláss fyri átta bátum, og á næsti hædd eru venjingarrúm, skiftingarrúm, brúsur og uppihaldsrúm.

– Nógv fólk eru til arbeiðis, og tú merkir hugin at hjá fólki at fáa neystið liðugt á jóansøku næsta ár, sum verður í Vági. Tað er so okkara mál. Alt arbeiðið verður gjørt ókeypis, og vit fáa góðar sømdir allastaðni í Vági. Hetta stimbrar eisini um samanhaldið í felagnum. Tú spyrt um dráttin, og til hetta er at siga, at Vágs kommuna hevur lovað okkum at gera góðan drátt, so alt hetta gleða vit okkum til, sigur Rógvi at enda.
Kappróður hevur djúpar røtur í Vági, og tað var tann tíð, tá mannast kundi tvey 10-mannafør Vágbingur og Ormurin Langa. Eisini er í Vági stórur áhugi fyri gomlum grindabátum, sum menn hava varðveitt, og sum standa í ymsum neystum. Hugaligt at hoyra, at lív er í kappróðrinum í Vági. (Vagnur)