Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Meistaraheitið og minnini við Drekanum í 1993 eru goymd djúpt í sálardýpinum 

$
0
0
Drekin vinnur meistaraheitið á ólavsøku 1993. Standandi f.v: Óli Svein Lutherusson, Andras Andreasen, Arvid Engskær og Petur Nolsøe Reinert. Húkandi f.v. Magnus Bjarnason, Hallur Petersen og Jan Erik Fjallstein.

Leygarmorgunin hitti eg sjey fyrrverandi rógvarar, sum vóru ávegis til Nóloyar at minnast aftur á róðrarárið 1993, tá teir vunnið meistaraheitið við 5-mannafarinum Drekanum. Hetta var serlig hending, tí talan var um vrakað Sílið, sum var hongt upp í tróðrið á gamla neystinum og hevði hingið har í sekstan ár. Báturin róptur Gamla Sílið hevði sum so ongan góðan, tá trettan ára gamlir unglingarnir flotaðu bátin á sumri 1992. Fekk leygarmorgunin áhugavert prát við Óla Svein Lutherusson, sum var ein av rógvarunum í 1993. Og hann sigur soleiðis.

– Tað vóru nakrir pápar, sum tóku stig at fáa okkum at rógva kapp. Pápi mín hevði róð við Havnarbátinum, tað sama pápi annan drong, og pápi ein triðja drong var formaður í Havnar Róðrarfelag. Við hjálp frá skúlafelagaðum fingu vit savnað sjey dreingir at mannað gamla Sílið, sum hekk í gamla neystinum.

Drekadreingirnir frá 1993 avmyndaðir 2019. frá vinstru: Jan Erik Fjallstein, Petur Nolsøe Reinert, Hallur Petersen, Óli Svein Lutherusson, Magnus Bjarnason, Arvid Engskær og Andras Andreasen. (Mynd Vagnur)

– Vit vóru bara trettan ára gamlir, so teir eldru hildu ikki, at vit skuldu longu rógva FM-róðrar hetta árið, men heldur herja á næsta ár, tá vit vóru eitt ár eldri. Tó róðu vit tvær bygdastevnur og lærdu okkum annars at rógva.

– Niclas í Koltri smíðaði Gamla Sílið í 1968, og eftir ólavsøkuróðurin í 1974 smíðaði Niclas nýtt Sílið til felagið. Tá var eingin barnaróður, og pláss var ikki fyri fleiri bátum í neystinum, men felagið vildi tó goyma bátin.

– Í apríl mánað 1993 fór vit í bátin aftur, og nú vit skuldu rógva FM-róðrar, dámdu okkum ikki navnið Gamla Sílið. Uppskot vóru um fleiri nøvn millum annað Laksurin, tí nú átti felagið Sílið. Men øllum dámdu best navnið Drekin, og stig vóru tikin at fáa gjørt navnabrettið, sum Bjarni Sørensen gjørdi. Nú hevði felagið knappliga tvey 5-mannafør sum skuldu kappast hvørt ímóti øðrum, og tað var júst Sílið og vit umborð á Drekanum, sum á ólavsøku 1993 árið kappaðust um meistaraheitið, sigur Óli Svein.

Gamla Sílið frá 1968, sum bleiv til Drekan, hekk í sekstan ár í gamla neystinum, tá unglingarnir flotaðu bátin aftur í 1992. (Mynd Vagnur)

Hjá mær so at hygga í hagtølini frá 1993, og síggi eg, at Drekin vann bæði á norðoyastevnu og sundalagsstevnu við Sílinum nummar tvey. Á jóansøku vann Sílið, meðan Drekin fór aftur á triðja plássið. Á varmakeldu og á vestanstevnu vann Firvaldur, meðan Drekin fór heilt aftur á fjórða plássið á vestanstevnu.

Nú stóð á gomlum nøglum hjá okkum, og formaðurin í felagnum Bjarni Sørensen tók í herðatoppin á okkum og segði, hvussu vit skuldu uppføra okkum umborð á kappróðrarbáti. Gjørdi vit ikki tað, var eingin vón restina av róðrarárinum. Hetta broytti alt, og ringa gongdin broyttist so mikið væl, at vit vunnu meistaraheitið.

Dreingjaróður á ólavsøku 1993 var meira enn spennandi í neystinum í Álakeri, tí Sílið fyri ólavsøkuróðurin hevði 27 stig, Drekin 25 stig og Firvalur 24 stig. Tá fekk vinnandi báturin sjey stig, nummar tvey fimm stig og nummar trý fýra stig o.s.f. Tað vil siga, at skuldi Drekin vinna meistaraheitið, mátti báturin vinna ólavsøkuróðurin, og tað gjørdi Drekin. Drekin og Sílið endaðu á 32 stgum, og fremri báturin á ólavsøku vinnur meistaraheitið. Men so aftur til prátið við Óla Svein.

Óli Svein býr í Nólsoy, og fyri fráferðina til Nólsoyar leygardagin var mynd av drekadreingjunum tikin á Bursatanga júst har, teir fingu handað meistarasteypið í 1993. Teir standa júst á somu plássum á myndini sum á høvuðsmyndini frá 1993. Standandi f.v: Óli Svein Lutherusson, Andras Andreasen, Arvid Engskær og Petur Nolsøe Reinert. Húkandi f.v. Magnus Bjarnason, Hallur Petersen og Jan Erik Fjallstein.

– Eingin í Álakeri roknaði við okkum sum meistara, tí tað gekk ikki so væl eftir tveir teir fyrstu róðrarnar, og teir umborð á Sílinum vóru meira støðugir enn vit. Kann til stuttleika nevna einaferð vit róðu inn í Vágsbotn, tá ein eldri maður róptu og bað okkum ikki stinga árina so djúpt, tí tá gerst ov tungt at rógva. Hann hevði uttan iva einaferð róð sjálvur.

– Vit vóru spentir at fara aftur í bátin á vári 1994, men hetta róðrarárið hilnaðist ikki væl, og besta úrslitið var annað pláss á jóansøku og triðja pláss á ólavsøku, men vit fingu einki heiðursmerki. Orsøkin var uttan iva, at vit vóru blivnir alt ov tungir at rógva í 5-mannafari, sigur Óli Svein at enda.

Síðani 1993 hevur Drekanavnið veruligt sligið sig fast í hugaheimin hjá róðraráhugaðum, tí Drekin hevur bæði við dreingjum, gentum og kvinnum vunnið nógvar róðrar og meistaraheiti. 5-mannafarið Drekin, sum nú stendur í neystinum er frá 2002 og er elsti báturin í HR-flotanum.

Her síggja vit hálvthundrað ára gamla 5-mannafarið frá 1968 liggja við bryggu í Østhusvik í Noregi. Báturin var 25 ára gamal, tá drekadreingirnir í 1993 vunnu meistaraheitið.

Vit enda søguna um Drekan frá 1993 at upplýsa, at systir Hans David Hansen, keypti gamla Drekan frá 1968 og hevur hann liggjandi í Østhusvik norðan fyri Stavanger í Noregi. Báturin er nú farin um tey hálvthundrað árini.

Prátið við teir sjey fyrrverandi rógvararnar sigur okkum, hvussu djúp slík ungdómsupplivilsi eru at við sær víðari á lívsleiðini. Hetta at vera felag um gott avrik. Slíkar góðar hendingar gloymir tú ongantíð. (Vagnur)

Her síggja vit, hvar í Noregi Sílið/Drekin frá 1968 endaði.

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>