
Ein dagin steðgi eg á eitt bil í Grím Kambansgøtu, har Gunnar Dahl Olsen hevur súkkluverkstað. Bygningurin er einki broyttur, síðani eg sum smádrongur fyrstu ferð kom oman í Grím Kambandsgøtu, har Bjarni Andresen seldi prutl og súkklur og hevði nossligt verkstað, har vit mangan stukku inn á gólvið. Tankarnir leita til Bjarna Andresen, sum í mínum ungdómsárum seldi súkklur, prutl og umvældi akførini fyri fólk. Keypti bæði súkklu og eykalutir frá Bjarna, men eg minnist allar best, hvussu nossligt var á verkstaðnum, har ymsu amboðini hingu á talvum á bróstinum. Mangan var rokan í fjørðuni, tá nógvu ungdómarnir skulu keypa sær Puch prutl frá Bjarna. Bjarni var fyrikomandi maður.

Andre Andresen pápi Bjarna læt í 1933 upp maskin og súkkluverkstað, men tá Andre gavst í 1965, tók Bjarni við. Á myndini síggja vit, at handilin vendir oman í brekkuna, og verkstaðurin er longri upp í bygninginum. Løgið at hugsa sær, at Bjarni Andresen (1930-1973) bara gjørdist 43 ára gamal.

Minnist tvær av døtrunum hjá Bjarna, serliga Ingrid, sum er farin, og sum saman við manninum Símuni læt upp súkkluhandil og verkstað uppi við Varðagøtu. Andre Andresen (1902-1988) var brandmeistari í Havn árini 1946 til 1969, og hann upplivdi at gera kláran fyrsta brandbilin í Havn, sum kom til landið í 1948. Hetta var ein Bedford bilur, sum Brandstøðin hevur varðveitt. (Vagnur)
Myndirnar eru úr bókini Havnin – fólk og yrki