
Fekk myndina oman fyri frá einum trímenningi, sum býr í Danmark. Myndin er av abbabeiggja okkara Johannes Michelsen róptur Johannes í Dalaólastovu, sum var føddur 1883 og deyður 1943 trýss ára gamal. Konan æt Katrina Svanhilda Michelsen rópt Hilda fødd 1887 og deyð 1972. Fá kenna nú hesi fólk, tí abbabeiggin doyði jú í 1943.
Myndin sigur frá ymsum áhugaverdum, tí tey bæði áttu trý børn, sum vit kendu væl og minnast væl. Børnini vóru Johannes Michelsen róptur Lill, Petur Michelsen og Hanna, sum vit kendu væl. Pápi mín var systkinabarn við tey trý, tí abbi min Hans Jakku í Dalólastovu og Johannes á myndini vóru brøðir.
Løgin kensla at hugsa sær, at tú ongantíð hevur sæð Johannes og abba mín Hans Jakku í Dalaólastovu, tí teir doyðu báðir í 1943, og tú ert føddur í 1949. Kundi verið áhugavert at hitt teir, tí tað er so nógv, tú kundi spurt teir um. Tey vóru fýra systkin, og hini bæði vóru Maria Mikkelsen og Palli Michelsen.
Abbabeiggin Johannes í Dalólastovu var arbeiðsmaður og arbeiddi eisini í millumbilum sum lossingarmaður, men hann var eisini til skips serliga á yngri árum. Minnist væl konuna Hildu, henda fyrikomandi eldri konan í okkara dreingjaeygum, sum mangan kom á gátt hjá Amandu ommu, sum búði í Tórsgøtu. Johannes og Hilda búði í Tungugøtu.

Elsti sonur Johannes og Hildu var Petur Michelsen (1914-2001), og sum byrjaði sum sjálvstøðugur byggimeistari í 1940-árunum, har hann stóð fyri nógvum stórum byggiarbeiði í Havn. Millum annað Sjómansheimið í Vágsbotni og øll raðhúsini í Jóannis Paturssonargøtu. Petur og konan Betty (1920-1986), sum var úr Øravík, áttu sonin Eirik, sum búði nógv ár í Danmark. Eirikur er ikki millum okkum longur.

Systirin æt Alfa Johanna Michelsen rópt Hanna (1917-2003) var gift Ingvar Gunborg Olsen, sum var radioteknikari, og sum eg minnist arbeiddi hjá Wellejus. Hanna átti fyrst Finn Olsen (1936-2002), róptur glas Finn. Minnist hann arbeiddi sum snikkari á snikkaravirkinum í Hornabø, men seinni bygdi hann sær hús og verkstað í Torfinnsgøtu, har hann skifta rútar fyri fólk og eisini myndarammur. Ingvar og Hanna áttu sonin Jørgin, sum er farin og dóttrina Hildur, sum býr í Danmark.
Síðani er tað Jóhannes Michelsen (1919-2008) róptur Lill og var gubbi mín. Tað var hann og Óli Debess, sum byrjaðu fyritøkuna Demich. “De” stendur fyri Debess og “mich” fyri Michelsen. Teir bygdu stóran verkstaðsbygning í Bøkjarabrekku, men í sambandi við breiðkan av vegnum, umvæling av Steinatúni og nýggjum vegi millum Niels Finsensgøtu og Dalavegin, vóru húsini tikin niður. Lill var giftur Fíu systir Óla Debess.
Myndirnar havi eg fingið frá Hildur Gunborg Pedersen, sum er dóttir Hannu og Ingvar Olsen (1915-1980). Hildur býr í Danmark, og tað gjørdi Hans Jørgin beiggi Hildur eisini, men Hans Jørgin fór um sýnina fyri nøkrum árum síðani. (Vagnur)
