Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Politiska hornið – Sambandsflokkurin má ikki gera sama brølara enn einaferð

$
0
0

Politiski valfepurin hevur nú lagt seg millum manna, men fólk eru tó spent, hvussu gongst at snikka saman samgongu. Veljarin hevur talað, og Bárður á Steig miðar eftir samgongu við seytjan tinglimum. Fara vit til løgtingsvalið næstseinast, so gjørdi Sambandsflokkurin tann brølara, at flokkurin fekk løgmann, meðan Fólkaflokkurin stýrdi Føroyum. Vestergaard fiskivinnuni og Niclasen pengakassanum, meðan løgmaður sum so einki vald hevði. Tí er spennandi næstu dagarnar, um Sambandsflokkurin enn einaferð leggur seg í fangið á Fólkaflokkinum. Ger hann tað, so fara vunnar atkvøður aftur at streyma úr flokkinum á næsta løgtingsvali.

Tí skal Sambandið og eisini Miðflokkurin telva soleiðis, at Sambandsflokkurin ansar pengakassanum, meðan Miðflokkurin stýrir fiskivinnuni. So kann Fólkaflokkurin hesuferð taka sær av teimum bleytu virðunum, uttanríkismálum og mentanini.

Huguburðurin er broyttur hjá fólki, tá talan er um borgarstjórar, og hetta var eisini væntandi. Tí fólk finna seg ikki í, at politikari situr á tveimum vælløntum sessum og forvinnur meira enn hundrað túsund krónur um mánaðin. Hetta hoyrir heldur ongastaðni heima. Býráðspolitikarar og teir báðu fólkatingslimirnir fingu heldur ikki nógvar atkvøður. Ja, og heldur ikki borgarstjórin í Havn, sum fekk heilt fáar atkvøður í mun til seinasta løgtingsval.

Jógvan á Lakjuni hevði áhugavert løgtingsval, og eingin ivi er um, at hann hevur verið ótroyttuligur í sambandi við hjúnarbandslógina. Tí fekk hann ”eyka” atkvøður kring landið. Áhugavert, at nøkur ung andlit vera at síggja í løgtinginum.

Borgarstjórin í Klaksvík er søga fyri seg, tí fyrst stygdi hann atkvøður úr Havnini fyri síðani at fáa Kristin Michelsen á listan. Í míni politisku verð láturligt, og tíðin er komin at strika Sjálvstýrisflokkin av vallistanum, tí hesin flokkur hevur onga framtíð. Flokkurin hevur null boðskap at bjóða fólki, sum hinir flokkarnir ikki hava. Hetta vístu valfundirnir.

Tjóðveldi hevur dugað heilt illa at selt sín politiska boðskap. Var ógvuliga tamur í valstríðnum og eisini í fjølmiðlunum seinastu fýra árini. Meðan Fólkaflokkur trumlaði fram við sínum, sat Tjóðveldi kvirrur og gav Fólkaflokkinum lítið og einki mótspæl. Her mugu aðrir bollar í súpanina, skal flokkurin mennast aftur.

Sakni harða Tjóðskaparliga rødd, hví útlendingar skulu spinna gull úr fiski – og alivinnuni, og hví fiskiveiðuskipanin bleiv sum hon bleiv. Veljarin saknaði grundgevingar, sum ongantíð komu á borðið í valstríðnum. So skal flokkurin eisini fara eftir at fáa okkum føroyska løgreglu og føroyskan rættarsal.

Spennandi, hvussu Bárður snikkar saman samgonguna, og hvør flokkur serliga fer við fíggjarmálum og fiskivinnumálum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>