
Kvinnuliðini fara nú undir endaspurtin í grundspælinum til tess at finna liðini, sum skulu spæla FM-finalurnar. StíF og Neistin spældu javnleik mánakvøldið, og komandi sunnudag spæla Neistin og VÍF í Havn, sum má sigast at vera ein lagnudystur fyri VÍF. Á pappírinum er VÍF bara eitt stig eftir Kyndil, ti VÍF hevur spælt ein dyst færri enn Kyndil. Skal VÍF varðveita møguleikan at fáa Kyndil aftur, so má dysturin í Havn sunnudagin vinnast. Síðani hava tey trý toppliðini bara ein dyst hvør ímóti øðrum eftir í grundspælinum.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 14 | 345 | 267 | 78 | 24 |
2 | Kyndil | 14 | 329 | 265 | 64 | 20 |
3 | VÍF | 13 | 340 | 313 | 27 | 17 |
4 | Stjørnan | 13 | 271 | 341 | -70 | 9 |
5 | StÍF | 14 | 282 | 334 | -52 | 7 |
6 | VB | 12 | 251 | 298 | -47 | 3 |
Neistin er í tí støðu at hava vunnið allar tríggjar dystirnar á Kyndli og vunnið báðar dystirnar á VÍF, so í innanhýsisstigum er Neistin best fyri. Er talan um VÍF og Kyndil, so hevur Kyndil vunnið tveir dystir, og VÍF vunnið ein innanhýsisdyst. Tí kemur dysturin millum Neistan og VÍF sunnudagin at telja heilt nógv fyri VÍF ella rættari sagt alt. Hyggja vit at dystunum í steypakappingini, so er heilt lítil munur á teimum ovastu liðnum. Kyndil og Neistin spældi tveir javnar finaludystir við fáum málum. Góðir málverjar og góðar verjur, men tað haltar serliga hjá bakspælarum at skjóta mál.
Altíð lætt at sita á síðulinjuni at gita, men eingin ivi er um, at Neistin fer við eina FM-finaluplássinum, og at Kyndil fer við tí seinna. Øll trý ovastu liðini er ógvuliga viðbrekin, tí liðini standa og falla við nøkrum heilt fáum lyklaspælarum. Áhugavert er, at Durita Jojic er komin aftur á VÌF liðið, tí hon er vinstrahentur spælari og ger tí bakketuna nógv sterkari. Neistin misti Ásu á Neystabø, og tí er liðið vikna í álopinum.. Á kyndilsliðnum eru tað serliga Turið Arge og Anna Brimnes, sum skjóta flestu málini.
Nú bíða vit eftir úrslitinum av dystinum sunnudagin í Havn millum Neistian og VÍF, dystur, sum kann broyta stigatalvuna heilt nógv, ja, so nógv, at vit kunnu hava funnið bæði liðini, sum spæla FM-finalurnar. Niðanfyri restandi dystirnir í grundspælinum. (Vagnur)
26.02.2016 18.00 | Høllin í Vági | D142 | VB | StÍF | ||||
28.02.2016 14.30 | Høllin á Hálsi | D143 | Neistin | VÍF | ||||
28.02.2016 15.00 | Høllin í Vági | D144 | VB | Stjørnan | ||||
05.03.2016 15.00 | Høllin í Vági | D145 | VB | Kyndil | ||||
05.03.2016 16.00 | KÍ-Høllin | D147 | Stjørnan | Neistin | ||||
05.03.2016 18.00 | Høllin í Vestmanna | D146 | VÍF | StÍF | ||||
13.03.2016 18.30 | Høllin í Vestmanna | D150 | VÍF | VB | ||||
17.03.2016 18.00 | Høllin á Hálsi | D148 | Kyndil | Neistin | ||||
20.03.2016 15.00 | KÍ-Høllin | D140 | Stjørnan | Kyndil | ||||
23.03.2016 19.30 | KÍ-Høllin | D151 | Stjørnan | VÍF | ||||
24.03.2016 19.30 | Høllin á Hálsi | D152 | Kyndil | StÍF | ||||
28.03.2016 14.30 | Høllin í Vestmanna | D154 | VÍF | Kyndil | ||||
28.03.2016 14.30 | Høllin á Hálsi | D153 | Neistin | VB | ||||
03.04.2016 14.00 | Ítróttarhøllin á Skála | D156 | StÍF | VB | ||||
03.04.2016 14.30 | Høllin á Hálsi | D155 | Kyndil | Stjørnan | ||||
06.04.2016 18.30 | Ítróttarhøllin á Skála | D149 | StÍF | Stjørnan | ||||
10.04.2016 14.30 | Høllin á Hálsi | D157 | Neistin | StÍF | ||||
10.04.2016 15.00 | Høllin í Vági | D158 | VB | VÍF | ||||
16.04.2016 14.30 | Høllin í Vestmanna | D159 | VÍF | Neistin | ||||
16.04.2016 15.00 | KÍ-Høllin | D160 | Stjørnan | VB |