
Ikki er eg ein av teimum, sum keypi kostaðarmiklar málningar, men eg plagi hvørja ólavsøku at vitja framsýningina hjá Lions, og tá kemur meira enn so fyri, at eg keypi málning frá meira ákendum málarum. Málningin omanfyri keypti eg ikki frá Lions, men fyri nøkrum árum síðani vóru tveir málingar til sølu í sýnisglugga. Sigmund Petersen málaði málningarnar fyrst í 1950-árunum. Og júst henda málning fall eg fyri, tí heimabeitið hjá okkum, tá vit eru á floti, er uppi við Hoyvíksgrynnuna. Tó royna vit eisini longri uppi í fjørðinum og aðrastaðni. Tú kundi geva eitt boð, og 5000 krónur var mítt boð, men eg fekk ikki málningin beinanvegin. Nakrar dagar seinni ringdi sølumaðurin og segði, at eg kundi fáa málningin fyri 5.500 krónur. Málningurin hongur nú á vegginum í arbeiðshølinum, og eg eri fegin um málningin, tí góðu minnini er so nógv har á leiðini. Grunt er á sjálvari grynnuni, kanska einar tíggju metrar, men fert tú norður ella suður um grynnuna so dýpist. Sjóvarfallið ger av, hvørju megin grynnuna, tú roynir. Kom persónur til mín og beyð mær 50.000 fyri málningin, so var svarið, at hann er ikki til sølu. Eg kann iðraða meg um, at eg var ov seinur at keypa báðar málningarnar, sum Sigmund Petersen málaði fyrst í 1950-árunum. (Vagnur)