
Í mai mánað í 2005 var arbeiðsbólkur settur at arbeiða víðari við ætlanini um nýta gomlu Royndarstøðina í Hoyvík til løgmansetur. Seinastu fjøruti árini hevur Føroya Fornminnissavn hildið til í húsunum. Í 2005 varð nógv skrivað fjølmiðlunum bæði fyri og ímóti, um Føroyar skuldu hava løgmanssetur. Arbeiðsbólkurin var liðugur við arbeiðið í desember mánað 2005, og tilfarið er rúgvismikið og er áhugaverdur lesnaður. Vit skriva nú 2020, og einki hoyrdist aftur um løgmanssetur í Hoyvík. Niðan fyri kanst tú lesa, hví tey hildu, at Føroyar skuldu hava løgmanssetur.
Hví skulu Føroyar hava løgmanssetur?
“Løgmansembætið er aldagamalt. Tað gongur aftur til 13. øld, tá flestu løgmenn vóru bøndur. Løgmaður búði á sínum bóndagarði, sum varð nýttur sum løgmanssetur, har gestir komu á gátt, og ráð vórðu hildin. Í nýggjari tíð er valdið tríbýtt, har løgmaður situr við tí útinnandi valdinum og umboðar Føroyar í heimasamfelagnum eins væl og í heimssamgfelagnum.

Var tað hildið at vera neyðugt við løgmanssetri í gomlum døgum, so er tað ikki minni neyðugt í dag. Tað er tí ikki uttan grund, at tað í øðrum londum er vanligt, at forsætisráðharrar og forsetar landsins ráða yvir serligum bústaði. Hetta eru tignarligir bygningar, í ovasti landsins kann nýta sum bústað, at taka ímóti gestum og at halda fundir á høgum stigi. Við hevd í aldagamlari siðvenju verður tátturin við løgmanssetri nú tikin uppaftur, so løgmaður Føroya kann hava samsvarandi møguleika og felagar hansara uttanlands.

Ofta hevur verið havt á máli, at løgmaður eigur at hava tignarlig hús til taks. Ymsir møguleikar hava verið nevndir, eitt nú gomlu Landsbókasavnshúsini á Debesartrøð, húsini hjá Færøernes Kommando yviri við Strond, húsini hjá Vinnuhúsinum í Smærugøtu og gamla Royndarstøðin í Hoyvík. Undir seinasta landsstýri varð spurningurin umrøddur. Niðurstøðan var tá, at høvuðsbygningurin á gomlu Royndarstøðini er best hóskandi til endamálið.
Fyrst í árinum vitjaðu løgmaður og landsstýrismaðurin í mentamálum saman við embætisfólkum gomlu Royndarstøðina. Setti stjórin og umboð fyri starvsfólkini á Fornminnissavninum vístu runt og greiddu frá tí søguliga. Grundað á hesa vitjan staðfesti løgmaður omanfyri nevndu niðurstøðu, at gamla Royndarstøðin, ið er umleið 400 fermetrar og í góðum standi, er sera væl egnað til endamálið. Umhvørvið er náttúruríkt og frítt.

Økið knýtir saman gamla og nýggja tíð, bóndasamfelagið og fiskivinnusamfelagið. Tað vísir aftur til aldagamalt umhvørvi við bóndagarði og úthúsum í nánd, og tað er nær sjóvarmálanum, sum er okkara grundtilfeingi í dag. Føroya landsstýri eigur húsini, og økið er landsogn.
Sostatt skulu hús og øki ikki keypast. Hinvegin skal nakað av peningi nýtast til innrætting og innbúgv. Harafturat skulu onnur hóskandi hølir útvegast Fornminnissavninum. Løgmaður kunnaði landsstýrið um ætlanirnar á landsstýrisfundi í mars mánaði, og síðan varð arbeiðsbólkur, mannaður við embætisfólkum úr Løgmansskrivstovuni, Mentamálaráðnum og Fornminnissavninum, settur at fyrireika málið”, varð skrivað í 2005.

Eg havi roynt at funnið útav, hví málið um løgmanssetur í Hoyvík bráddliga tagnaði, men sum eg skilji, var hvørki meirluti í landsstýrinum ella í løgtinginum, at løgmanssetur skuldi vera í Hoyvík. Eg havi seinnu árini ikki hoyrt eitt orð um løgmanssetur í Hoyvík, og eg rokni ikki við, at løgmanssetur nakrantíð gerst veruleiki í Hoyvík. Í málinum um løgmanssetur er áhugavert, at tað kann tykjast løgið, at tá bispur og nakrir prestar hava almennan bústað, so átti løgmaður eisini at havt almennum bústaði. Mær vitandi eigur núverandi løgmaður sjálvur húsini, sum hann býr í í vesturbýnum. (Vagnur)