
Tá eg kom fram á myndina omanfyri frá oyggjaleikaárinum 1989, kom eg at hugsa um spennandi svimjikappingarnar, har føroysku svimjararnir kláraðu seg so væl. Eg sá mestsum hvønn minutt í svimjihøllini í Gundadali, har vit sótu í tímar og sveittaðu í hitanum og sóu spennandi svimjikappingar. Myndin omanfyri er av Niels Nattestad formanni í fyrireikingarnevndini og Bjørn Patursson frá Mjólkavirkinum. Pop-top grunnurin hevur júst latið oyggjaleikunum 45.000 krónur. Haldi at oyggjaleikirnir fingu ávísan %-part av hvørjum Pop-top, sum varð selt í ávísum tíðarskeiði.
Hini í oyggjaleikanevndini vóru Ruben Andresen, Marjun Hanusardóttir, Børge B. Hansen, Bjarni Wilhelm, Líggjas Joensen, Jón Rasmussen og Martha W. Dalsgaard. Oyggjaleikirnir vóru settir 5. juli klokkan 17 á ovara vølli í Gundadali. 826 ítróttafólk úr fimtan oyggjum vóru á triðju oyggjaleikum, sum byrða á oynni Man í 1985. Í 1987 vóru leikirnir á oynni Guernsey. Í Føroyum var kappast í hesum ítróttagreinum. Borðtennis, judo, bogaskjóting, flogbólti, fimleiki, fræslari ítrótt, badminton, súkkling, fótbólti, skjóting og svimjing.

Oyggjaleikirnir í Føroyum, sum vóru í døgunum 5. til 13. juli 1989, vóru væl fyriskipaðir, og alt eydnaðist væl. Føroyar endaðu nummar trý samanlagt. Vunnu trettan gullheiðursmerki, fimm silvurheiðursmerki og tíggju bronsuheiðursmerki. Serliga fylgdi eg svimjikappingunum, men eftir standa minnini, hvussu stórt ódnartak toftafólk tóku í sambandi við oyggjaleikirnar. Heilt ótrúligt, at bygdin megnaði at byggja eitt stadion til frælsan ítrótt, so oyggjaleikirnir komu til Føroya.
Vit skriva nú ikki 1989 men 2020, og enn er ikki eydnast at fáa oyggjaleikirnar aftur til Føroya, tí vit ikki kunnu lúka treytirnar. Treytirnar broytast við tíðini, og nú skulu Føroyar byggja ein golfvøll, skal hugsingur vera um at fáa leikirnar aftur til Føroya. (Vagnur)