Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Teir hittust í Realskúlanum

$
0
0
Islanders 1967 í Sjónleikarhúsinum (Poppshow). Frá vinstru: Niels Simun Johannessen, Páll Kürberg, Jógvan Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg og Símun Arge. (Mynd Sjónleikarhúsið)

Ein av tónleikabólkunum, sum spældu í Aftur í 60 árini, sum Neistin skipaði fyri í tjúgu ár, var Islanders. Teir spældur fyrstu ferð Aftur í 60 árini í 1990. Islanders blivu kendir kring landið, tá bólkurin í 1967 var við í størsta “poppshowi” í Føroyum, sum var í Sjónleikarhúsinum. Sjey bólkar spældu, og vóru teir Bumle Bees, Cream Crackers, Islanders, Leikar, Silly Boys, Snippies og Thunderbirds. Áskoðararnir atkvøddu um besta bólkin, og Islanders vann og kundi kalla seg Føroyameistarar. Bassspælarin Símun Arge segði mær í 1999, hvussu Islanders bleiv til.

– Islanders er sprottin úr Realskúlanum. Har funnu nakrir unglingar saman og stovnaðu bólkin Islanders. Jógvan Dahl, Niels Símun Johannesen og eg gingu í sama flokki. Islanders spældu nógv í Losjuni og spældu eisini nógv til skótaveitslur. Hetta var fyrst í 60-árunum. Islanders spældi fyrst við einari manning til 1967, síðani fór ein útskifting fram. Islanders spældu fyri seinastu ferð á ólavsøku 1969.

jjhjh
Samanklipt mynd frá 1967 í Sjónleikarhúsinum. Mótasýning og GO GO gentur á pallinum. (Mynd Sjónleikarhúsið)

– Tá kom so langur steðgur í, til Neistin í 1990 heitti á Islanders um at spæla til tiltaki Aftur í 60 árini. Síðani hevur Islanders ikki spælt, men nú skriva vit 1999, og nú fara vit aftur á pallin. Teir sum fara á pallin hesu ferð eru: Jógvan Dahl, Niels Símun Johannsen, Símun Arge, Robert Mc Birnie og Christian Poulsen, segði Símun Arge við undirritaða í 1999.

Eg var sjálvur til staðar í Sjónleikarhúsinum í 1967. Umframt tónleik dansaðu tvær gentur GO GO dans á pallinum, og mótasýning við ungum gentum var eisini. Sjónleikarhúsið var fullsett. Frásøgufólk vóru Elin Mouritsen, Jákup Zahle og Heini Davidsen. Atgongumerkini kostaðu níggju krónur fyrra kvøldið og tólv krónur seinna kvøldið. Sig so tað. Jú, nógv eru góðu minni frá Sjónleikarhúsinum. Orsøkin, at tónleikabólkar góvust eftir nøkur ár var, at summi av teimum ungu fóru uttanlands í lestrarørindum. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>