
Tá tú skrivar søguligt tilfar, er ógvuliga umráðandi, at árstølini eru røtt. Árstøl skulu eftirkannast minst einaferð. Eg havi skrivað eitt sindur um søguliga partin í føroyskari kappríðing, men í 2014 ger Poul Hansen, sáli, meg varhugan við, at eitt árstal er komið skeivt fyri í grein. Eg skrivaði, at tey riðu seinastu ferð kapp á Velbastaðvegnum í 1972, men hetta var ikki rætt. Tey riðu seinasta ferð kapp á Velbastaðvegnum á ólavsøku 1970, síðan fóru tey niðan í Marknagil, har nýggj ríðingarbreyt varð gjørd.
Poul hevði stóran áhuga í føroyskari kappríðing, og hann reið eisini sjálvur kapp, har eg minnist, at hann vann. Á ólavsøku 1970 riðu tey seinastu ferð kapp á Velbastaðvegnum, og kappingina tvíspor vann Kalmar Lindenskov á Odd, sum Edvard Niclasen, sáli, átti. Niðanfyri síggja vit mynd av Rólanti Reinert úr Norðadali og Leivi Joensen úr Havn skitnir og tvitnir eftir heystkappríðing í Marknagili í 1970. Eg minnist ikki rættilga hesa kappríðing, tí eg var til allar kappríðingar hesi árini. Myndin sigur frá, at nýggja ríðingarbreytin hevur óivað verið nakað bleyt, tí eru reiðmenninir so skitnir.

Á ovastu myndini síggja vit Vilhjálm Patursson, sála, sum var úr Kirkjubø og búði í Havn, og Elias Simonsen, sála, sum var úr Norðadali. Báðar kendi eg heilt væl. Vilhjálmur, sáli, var prátingarsamur og bragdligur maður. Elias og eg lærdu til bilmekanikara saman hjá Vilhelmi Nielsen, har Smyril line nú heldur til.
Poul Hansen var mest sum uppvaksin í Havnardali, tí pápin Axel Hansen átti har trøð og eisini fjós. Poul segði mær, at øll hansara barna- og ungdómsár hoyrdi hann ongantíð Norðasta Horn ella Heimasta/Gráasteinshorn nevnt. Miðhorn var gerandistala, kanska tí, at hagaportrið tá var beint undir Miðhorni. Kappríðingarstarturin á Velbastaðvegnum var altíð sagdur at vera undir Miðhorni ella beint heimanfyri Miðhorn.

Eisini síggja vit frálíka mynd av Tummasi Rubeksen, Randi Lützen, Jensi W. Jacobsen og Oyvindi Lützen. Eg Minnist øll ríða á Velbastaðvegnum uttan Jens á Tórgarði. Jens, sála, kom eg at kenna væl, tí hann búði á Ellisheiminum, har mamma mín búði í átta ár. Jens visti nógv og var áhugaverdur maður at práta við.
Á myndini ovast sæst Andrass í Norðadali, sum var til hvørja kappríðing. Sum eg skilji, so reið hann eisini kapp, men tað minnist eg ikki. Í ungdómsárunum vóru vit til hvørja kappríðing, og kappríðingin á Velbaðstaðvegnum var eitt av teimum heilt stórur hæddarpunktunum á ólavsøku. Heystkappríðingin í 1970 var fyrsta kappríðingin á nýggja ríðingarbreytini í Marknagili. (Vagnur)
