
Onkur hugsar kanska, hvat undirritaði vil við grein um hálendsku hondbóltsstjørnuna Estavanu Polman, sum spælir við Team Esbjerg. Orsøkin er, at hon segði nakað í donsku ítróttasendingin Kontra, sum allir føroyskir hondbóltsleiðarar og venjarar áttu at hoyrt og sæð. Polman kom til Danmarkar í 2011 at spæla við Sønderjyske, sum spældi í næst bestu deildini, sjálvt um boð vóru eftir henni í bestu deildini. Har spældi hon í tvey ár, og seinna árið flutti Sønderjyske upp í bestu deildina. Í 2013 kom Polman til Esbjerg, og har hevur hon verið síðani. Men, hvat var tað, Polman segði í sendingini, sum eisini umfatar føroyskar spælarar, og sum vit øll kunnu læra av? Og Polman er bersøgin.
Nú er nógv ár liðin, síðani altjóða honbóltssamgongan loyvdi at hava sekstan spælarar á dómaraseðlinum. Hetta var gjørt, tí mett var, at tólv spælarar var ov lítið, tá lið spæla altjóða kappingar við nógvum dystum, har spælt verður mangan dag um dag.

Tað, sum vit tá í Føroyum gjørdu skeivt, var, at vit ikki tillagaðu nýggju møguleikarnar til føroysk viðurskifti, tí ikki eru nøkur meining í, at nýggju spælarar sita á skiftingarbeinkinum, tá einir fýra ella meira ikki sleppa á vøllin. Tú mennist ikki sum spælari á skiftingarbeinkinum, og hetta steðgar menningina av fleiri ungu spælarum.
Polman segði í sendingin, at hon hevði ikki funnið uppá at spælt hondbólt, um hon ikki var partur av stammuni á liðnum. Hon vildi spæla og tað nógv, annars fann hon sær annað ítriv. Eg elski at spæla hondbólt, og tí valdi eg í 2011 fyrst Sønderjyske í næstbestu deildini, tí eg var tá ungur spælari. Polman sigur víðari í sendingini Kontra:
– Tað er í dystinum, at tú mennist sum spælari, sjálvt um tú undir venjing sjálvandi eisini lærir ymist. Men tað, tú upplivir í dystum, upplivir tú ikki undir venjing, tí tá eru eingir áskoðarar, venjarin dømir, verjuspælararnir, tú spælir ímóti, eru tínir viðspælarar og vinir, og um tú tapir ella vinnur er líkamikið. Einki press av nøkrum slag.

– Eg elski at spæla hondbólt, og komi eg at frysta fast á skifingarbeinki, ja, so spæli eg ikki hondbólt. Góð tilboð eru komin av Balkan og aðrastaðni, men her savna tey saman stjørnur úr ymsum londum, og tú kanst ikki rokna við at sleppa at spæla so nógv, sum eg geri í Esbjerg, sigur Polman at enda. Esbjerg liggur á odda í bestu deildini og klárar seg heilt væl í altjóða meistarakappingini.
Í nógv ár hevur tað píntr mítt hondbóltshjarta at sígga dómaraseðlarnar serliga í bestu kvinnudeild. Hví í Harrans navni draga sekstan spælar í høllina, tá einir níggju spælarar spæla flestu minuttirnar í allari kappingini. Dáragerð ímóti ungum spælarum, sum í mongum førum fáa ringar hondbóltsupplivingar og eisini koma alt ov tíðliga í bestu deildina.
Vildi sagt, at ein sekstan/seytjan ára gomul genta hevur einki at gera í bestu deildini. Likamið er moyrt, og vandin er stórur fyri álvarsligum skaðum, sum eru nógvir av. Tú ert mangan stjørna á ungdómsliði, men fær so mikið nógva mótstøðu í bestu deildini, at hetta stjørnuskotið følnar við tíðini. Hissini ungir vengir kunnu spæla í bestu deildini, tí teir eru ikki so nógv útsettir sum bakspælarar, tá talan er um kropsstyrki.

Havi altíð havt ta áskoðan, at vilt tú tó hava ungan spælara um seytjan ár á besta liðið, skal hann sleppa at spæla og ikki bara spæla nakrar fáar minuttir seinast í dystinum ella, tá skútan er sokkin. Hetta tænir ongum endamáli.
Annars er kvinnuhondbólturin í Føroyum ikki mentur seinastu tjúgu árini, sum vit kunnu siga um manshondbóltin, har fleiri spæla á hægri støði uttanlands. Kvinnuliðini standa og falla við einstøkum spælarum, ja, gerst lyklaspælari við barn í kappingarárinum, so sæst skjótt, hvussu liðið vikna.
Veit, at man tosar fyri deyvum oyrum, men vil HSF føroyskum kvinnuhondbólti væl, so er at hugsa um orðini Estavana Polman segði í danskari ítróttasending. Tú kanst eisini ímynda tær allar spælararnar á dómaraseðlinum, sum bara sita og gána skiftingarbeinkinum, hvat tær føla eftir dyst, og hvussu er at fara til næsta venjingar. HSF átti at farið aftur til tólv spælarar á dómaraseðlinum, og so slóða fyri at menna tey ungu á rættan hátt. (Vagnur)