
Rúm tíð síðani, at tú koyrdi gjøgnum tunlarnar norður um Fjall, men sunnudagin gekk leiðin úr Havn til Viðareiðis í føðingardag hjá nítiára gamlari konu. Gleddi meg fyrstu ferð at koyra gjøgnum Viðareiðistunnilin, sum vit hava hoyrt vera meistarligt avrik, men stúrdi eisini aftur at koyra gjøgnum tunlarnar norður um Fjall. Úr Havn til Viðareiðis skalt tú gjøgnum sjey tunlar. Alt gekk frálíkt tó ikki hugaligt at koyra gjøgnum deyðsfellurnar norður um Fjall, sum er størsta skommin í løtuni í Føroyum. At politikarar kunnu sova við góðari samvitsku vitandi um hesar tunlar, er mær gáta.
Fragd at koyra í mest sum dýrdarveðri gjøgnum til Kollafjarðartunnilin (1992), tí vit eru frá eini tíð, tá Oyggjarvegurin ikki var samanbundin, og vit sigldu við postbátinum til Kollafjarðar. Øgiligt framstig, ta hesin tunnil var liðugur. Nógvir bilar á vegunum henda dagin, og vit løgdu til merkis, at ljósini á nógvum bilum vóru ikki í lagi. Summir við einum eyga, aðrir við skeivt stillaðum ljósum. Drúgvur teinur altíð at koyra gjøgnum Sundalagi, men eisini hugaligt at koyra gjøgnum Norðskálatunnilin (1976), sum eisini er væl frágingið verk.

Komin undir Gøtueiði sást sjálvt sunnudag nógv virksemi við stórum lastbilum við bingju og ongari bingju, sum ávegist til Havnar og aðrir úr Havn. Fótbóltsdystur var í Gøtu, men lítið av fólki, men tú sást einaferð enn, at har er virksemi og stendur væl til í Gøtu, har húsini er bæði stór og vøkur.
Leirvíkstunnilin (1985) eisini frálíkt avrik, men tú komst at hugsa um stríðið, sum stóðs av, hvar vegurin skuldi fara gjøgnum bygdina. Nógvir politiskir knútar á leiðini, men úrslitið gjørdist gott. Hugaligt at koyra gjøgnum Norðoyartunnilin (2006) og altíð gleðiligt at síggja ljóslistarverkið hjá Tróndi Patursson í tunlinum.
Vit støðgaðu á við bakraríið hjá Jóruni, sum ikki eitur soleiðis longur. Kanska skuldu vit summa okkum lítla løtu og anda djúpt, tí nú skuldu vit gjøgnum skommuna norður um Fjall. Vistu, at ferðslan var ikki hin stóra sunnudag ,seinnapart, tí arbeiðsdagur var ikki hjá teimum flestu.
So at anda djúpt gjøgnum fyrsta av tveimum tunlum norður um Fjall, og hetta at vera bukaður aftur í miðøldina. Lágt til loftið, smalt, myrkt og skitið. Tú skuldi bara koyra, tí bilarnir úr Norðdepli skuldu halda aftur. Tað gekk hampuligt at koyra, men í huganum bannaði tú serliga um politikarar í Norðoyuroyggjum, at teir ikki hava fyri nógvum árum síðan langað nevan í løgtingsborðini, tí Norðoyggjar hava átt bæði løgmenn og landsstýrisfólk seinnu árini.

Hetta er fúl skomm fyri okkara land, nú vit senda ferðamannalýsingar kring knøttin um fáa ferðafólk til Føroya. Vit byggja stásiligt hotellir, undirsjóvartunlar, kjakast um Koks og køstar, men so bjóða vit ferðafólkunum og sjálvandi okkum øðrum slíkar tunnilskøstar norður um Fjall. Vart tú politikari, so hevði tú ikki sovið væl av berari ringari samvitsku.
Fóru síðani um byrgingina um Hvannasund, og nú stundaði at síggja Viðareiðistunnilin. Og vit gjørdust ófarin, tí her var sum at koma í Himmiríki frá tunlunum norður um Fjall. Viðareiðistunnilin høgt til loftið, breiður, og so serliga ljósini, eins tú koyrdi í stovu tíni. Klárt vakrasti og best frágingni tunnil í Føroyum. Kundi hugsað mær at steðga bilinum við tunnilsmunnan og farið úr bilinum og bukkað og sagt: – Hetta er meistarligt avrik, sum sømir tjóð, sum nú satsar upp á ferðavinnuna og ikki minst alivinnuna, sum blómar í Norðoyggum. Fantastiskt.
Føðingardagurin í Missiónshúsinum gekk væl, maturin góður við skerpikjøti, fleiri sløg av rullu og kjøtpulsum og sjálvandi køkum. So seinni í skýmingini at halda leiðina gjøgnum deyðsfellurnar norður um Fjall, men nú var øðrvísi, tí nú skuldi haldast av. Bilarnir vóru fáir, men tó var torført at meta um fjarstøðuna, tú skuldi snara á víkipláss. Tað gekk, men hugsaði eisini um, tá arbeiðsdagur var og nógv virksemi.
Tosaðu við ymisk fólk á Viðareiði um deyðsfellurnar norður um Fjall, og tey eru sjálvandi vónsvikið av politikarunum, sum hava lovað og lovað. Fekk at vita frá fleiri, at serliga um summarið er stórur hurlivasi, tí har koma so nógvir leigubilar við útlendingum til Viðarreiðis, og nógvir finna slett ikki út av, hvussu koyrast skal og halda av í trongu tunlunum. Og so nevndu tey eisini stóru lastbilarnar, betongbilarnar og aðrar stórar bilar, sum skulu gjøgnum tunlarnar.
Alt hetta fer fram, meðan Bakkafrost, sum hevur virksemi har norðuri spinnur gull, og hundraðtals milliónir krónur fleiri detta av himli í miðstaðarøki, tí skúli, sjúkrahús og bryggja gerast dýrari enn ætlað. Sjálvandi skuldi nýggir tunlar norður um Fjall verið fyri nógvum árum síðani knýttir upp í Norðoyatunnilin. Vit skulu eisini minnast til, at fyri okkum og eisini útlendingar, sum sjáldan koma har á leiðina, er ógvuslig hending at koyra gjøgnum trongu, myrku og skitnu tunlarnar
Komin aftur til Havnar reikaðu tankarnir framvegis har norðuri í myrku tunlunum norður um Fjall. Hetta, at føroyska samfelagið kann bjóða fólkunum har norðuri slíkar umstøður, samstundis, sum ferðafólkatalið veksur við fúkandi ferð í landinum, og at Viðareiði er væl vitjað ferðamál. Heilt ófatuligt, má sigast.
Havi sæð 315 krónur krónur nevndar at gera nýggjar tunlar norður um Fjall. Tá vit um dagarnar hoyra í fjølmiðlunum milliardirnar ferðast runt í samfelagnum, og tað gongur væl í Føroyum, so eru 315 milliónir krónur ikki nógvur peningur. Hesa upphædd átti samfelagið og ikki minst politikararnir í Norðoyggjum at kunna slóða fyri. (Vagnur)