
Inni í Havnardali hava tey seinnu árini plantað nógv trø, og frálíkar gøtur er gjørdar á økinum. Eitt vakurt pláss. Nógv fólk eru longu farin at spáka á nýggja økinum, men longur úti í Havnardali er annað øki, har gamla brennistøðin einaferð stóð. Tá hevði Tórshavnar kommuna ikki so góð amboð at pressa saman akfør og senda gamla jarnið av landinum. Alt var tyrvt, men nú síggjast árinini á umhvørvið, tí rustevja og olja renna frá tyrvingarplássinum og heldur leiðini í ánna og endar í Sandagerði. Gamla brennistøðin er rætt og slætt ov illa frágingin. Sunnudagin var eg í Havnardali.

Vit, sum eldri eru, minnast Bukvald Yvir við Strond, har alt óruddið frá húsarhaldinum og fyritøkum varð koyrt á sjógv. Ruskið, sum fleyt, fór við streyminum, og nakað kom inn á Eystaru- og Vestaruvág. Síðan var brennistøð bygd úti Havnardali, har vatnbrunnurin var nærmasti granni. Umframt brennistøð vóru eisini bilar tyrvaðir á økinum. Motorar vóru ikki tiknir úr bilunum, og allur bilurin fór heilur í grótbrótið, sum var nýtt sum tyrvingarpláss. Tá fór mann meira lætt um dálkingina.

Í 1987 var nýggj nýtímans brennistøð bygt á Hjalla, har dálkingarkrøvini vóru heilt øðrvísi. Nú varð ruskið skilt í bingjur, og gomlu bilarnar samanpressaðir og sendir av landinum. Umstøðurnar á brennistøðini á Hjalla kunnu ikki vera nógv betri. Men aftur til brennistøðina í Havnardali. Haldi ikki, at Tórshavnar kommuna kann lata óhumskuna renna frá tyrvingarplássinum og í ánna. Tí talan er bæði um rustvatn, olju og tungmetallir, sum enda í ánni og seinni í Sandagerði. (Vagnur)
