
Tá eg fríggjamorgunin var uppi á brennistøðini á Hjalla, hitti eg Erhard Mortensen, sum í fjøruti ár hevur arbeitt fyrst á brennistøðini í Havnardali og síðani á brennistøðini á Hjalla. Erhard er 76 ára gamal og gavst í mai mánað í fjør at arbeiða fast á brennistøðini. Men av og á loysir hann av, tá menn eru sjúkir ella hava onnur forfall. Erhard sat í stórari maskinu, har teir taka ímóti gomlu akførum at pressa saman, so tey kunnu flytast av landinum. Erhard er beiggi borgarstjóran Heðin Mortensen, og Erhard havi eg kent frá ungum árum. Familjan flutti úr Trongisvági til Havnar, tá Erhard var trettan/fjúrtan ára gamal. Altíð hugnaligt at práta við Erhard, og hann sigur soleiðis frá:

– Foreldur míni vóru Ethel og Eli Mortensen úr Trongisvági. Vit eru tríggir beiggjar, elst Hans, sum lærdi til bilmekanikara hjá Wenzel Petersen úti í Bakka og seinni arbeiddi á lagrinum hjá fyritøkuni. Hans er 78 ára gamal. Yngst er Heðin, sum fyllir 70 ár í næstum. Heðin byrjaði eisini í læru sum bilmekanikari hjá Wenzel. Sjálvur eri eg 76 ár. Í 1950-árunum var lítið arbeiði hjá pápa mínum á skipasmiðjuni á Tvøroyri, tí flutti familjan til Havnar, har hann kom at arbeiða hjá Jákupi hjá Bøkjaranum. Pápi var eisini eitt skifti í Ìslandi og arbeiddi, sigur Erhard.

Eg sá sum ungur fyrstu ferð Erhard sum kontrollur í Havnar Bio. Blíður maður, sum gekk við lykt í hond millum stólarnar í biohøllini og visti fólk á pláss. Men hvat hevur Erhard fingist við í Havn øll hesi árini, tí eg minnist hann væl at arbeiða hjá Skipafelagnum og ikki at gloyma í nógva roykinum á brennistøðini úti í Havnardali.
– Eg arbeiddi nógvastaðni fyrstu árini. Lossaði á bryggjuni og lossaði trolarar, sum avreiddu saltfisk til Bacalao. Eitt skifti sigli eg við Tjaldrinum hjá Skipafelagnum, og so var eg onkran túrin við Bliki. Eg arbeiddi eisini í Ruba í Magnus Heinarsonargøtu, har vit reinsaðu alskyns klæði, ja, so arbeiddi eg eisini eitt skifti á tunnivirkinum Yvir við Strond. Fyri fjøruti ár síðína kom eg at arbeiða hjá Tórshavnar kommmunu og endaði úti í Havnardali, har nýggj brennistøð var bygd. Formaður fyri brennistøðini var Mortan Carlsson, sigur Erhard.

Tá vit prátaðu um brennistøðina í Havnardali, so minnist eg Erhard og teir arbeiða í nógva roykinum inni á brennistøðini, har teir skumpaðu alt ruskið í ovnin. Hetta hevði slett ikki komið fyri í dag, tí dálkingin var alt ov stór og vandamikil fyri menninar. Krøvini eru vorðin nógv strangari í so máta, og tann brennistøðin hevði verið stongd við brestin. Og her er Erhard púra avgjørdur.
– Ja, tað var ófatuligt, at vit hildu til at arbeiða í Havnardali, tí vit sóu mangan ikki hvør annan fyri royki í høllini. Einki rusk var skilt sum nú, og bilarnar vóru tyrvdir við øllum í bilunum sjálvt motorinum. Hetta kemur slett ikki fyri nú, sum tú sjálvur sært her uppi á Hjalla. Her verður ruskið skilt í ymsar bingjur, og síðan koyrt í brenniovnin. Nógv fer eisini av landinum. Maður í trukki tekur sær av tí fyrsta partinum, og síðani tekur stórur krani ruskið at koyra í brenniovnin. Eingin roykur í brennihøllini á Hjalla, sum var tikin í nýtslu í 1987.

– Í Havnardali var einki, sum æt endurnýtsla, alt varð brent ella tyrvt. Nógv góð ting koma á brennistøðina, sum fer í serligar bingjur at selja bíliga. Arbeiðsmenninir eru nú reinir og nossligir, og hetta kann slett ikka sammetast við brennistøðina úti í Havnardali, sigur Erhard at enda.
Eg kom eisini at kenna Erhard í Mimi í 1970- og 1980-árunum. Stuttlig tíð og farin tíð, vóru vit báðir samdir um. Erhard hevur eisini verið nevndarlimur í Bátafelagnum og hevur siglt nógv millum oyggjarnar og eisini við Bátafelagnum yviri í Norra. 12. mai í fjør doyði kona Erhard, og hann sigur mær, at saknurin er stórur og hjá honum er vorðið einsligt. Sum sagt omanfyri, er Erhard farin úr fasta starvinum á Brennistøðini, men hann traðkar onkuntíð til, tá menn eru sjúkir ella hava forfall. Erhard hevur altíð verið fyrikomandi, hittinorðaður og fittur maður. (Vagnur)
