Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Vit fylgdu altíð væl við, tá skipasmiðjan bygdi træ – og stálskip

$
0
0
Hekkurtrolanin Føstuvarði var latin miðvingum í 1984. Trolararnir bygdur á skipasmiðjuna hava riggað avbera væl. (Mynd Allan Brockie)

Tá vit sum smádreingir otaðu okkum longur og longur av Landavagnum oman ímóti sjóvarmálanum, læt upp nýggj verð. Pápi okkara segði okkum, at tit fara ikki oman til sjóvarmálan, fyrr enn tit duga at svimja. Hetta lærdu vit okkum Sandá og í Sandagerði. Vit kendist við mest sum øll tey hundraðtals andlitini, sum arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni og Tunnuvirkinum. Tórshavnar Skipasmiðja var serlig, tí har bygdu tey skip fyrst træskip síðani stálskip.

Minnist væl seinastu træskipini Búgvan 1957 og Másan 1959, áðrenn teir fóru undir at smíða fyrsta stállinuskipið Porkening. Hátíðardagur í juni mánað 1961, tá Porkeningur fór av bakkastokki. Næmingarnir fingu frí úr skúla, og hundraðtals fólk við skipasmiðjuna henda dagin. Myndin omanfyri er hekkutrolaranum Føstuvarða frá 1984, sum var næsti hekkutrolarin bygdur á skipasmiðjuni.

Fyrsti hekkutrolarin, sum Tórshavnar Skipasmiðja smíðaði, var Dalenni til P/F Bøleitið á Strondum. Hann fór av bakkastokki í 1979. Hetta var tvídekkaður trolari ætlaður til Føroyaleiðina, og dentur var lagdur á at gera arbeiðið lættari umborð hjá fiskimanninum.

Kent andlit til hátíðarhaldið í 1984, tá Føstuvarði var doyptur og fór av bakkastokki. Til vinstru Jóan Jakku av Viðareiði (1893-1990) og
Dánjal Jákup Vilhelm, sum starvaðis sum bókhaldari á skipasmiðjuni frá 1946. Dánjal Jákup (1912-1985) var úr Vági. (Mynd Allan Brockie)

Í 1984 var næsti hekkutrolarin Føstuvarði latin miðvingum, og her vóru broytingar gjørdar umborð, sum teir høvdu lært frá Dalenni. Serliga var togmegin størri við at geara motorin og størri skrúvu.

Vit fylgdu væl við, og serlig minni, tá Tórshavnar Skipasmiðja skuldi byggja nýggjan Smyril, sum næstan var ov lítil, áðrenn hann var bygdur. Søgur gingu um, at Smyril var so stuttur, tí pláss var ikki at byggja størri bát í Sjarpholinum niðan ímóti Hornabø. Hetta spurdi eg einaferð Poul Mohr, sála um, men søgan passaði ikki, segði Poul. Vit høvdu teknað annað nakað longri skip, men áhugi var ikki fyri hesi tekning.

Serlig minni eru eisini, tá skipasmiðjan bygdi farmaskipið Norðvíking, nótaskipið Nýborg, Vágastein og ikki at gloyma Esso Føroyar og tær fýra ferjurnar í 1970-árunum til Hetlands.

Tórshavnar Skipasmiðja eitur nú Mest, men í mínum hugaheimi altíð Tórshavnar Skipasmiðja. Tíðirnar broytast, og maður á skipasmiðjuni segði mær, at fóru allir útlendsku sveisararnir og aðrir útlendingar við heim í morgin, so mátti skipasmiðjan lata aftur, tí eingir føroyskir sveisarar er til at taka. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>