Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Fólk vóru í 1956 hart ímóti, at bensinstøð kom í Gundadali

$
0
0
Soleiðis sá "servicestøðin" í Gundadali út í 1959. (Mynd Fornminnisssavnið)
Soleiðis sá “servicestøðin” í Gundadali út í 1959. (Mynd Fornminnisssavnið)

Eg eri komin fram á eitt lesarabræv i Dagblaðnum frá 4. desember í 1956, har ítróttafólk mala frá, at danin Frits Jensen sleppur at byggja fyrstu bensinstøð av sínum slagi í Gundadali. Fólk vísa í lesarabrævinum á, at eingin bensinstøð er teknað í heildarætlanina fyri Gundadal. Býráðið eigur beinanvegin at vísa á annað stað í býnum til nýggju bensinstøðini. Og ítróttafólkini halda fram í lesarabrævinum.

– Gundadalur er ætlaður til leikpláss, vøllir, plantingar, beinkir at sita á o.s.fr. Hví so at kloyna eina bensinstøð upp í hesa stórfingnu ætlan. Um býráðið fremur hesa ætlan í seinastu løtu, áðrenn verður valt av nýggjum, skal tað ongan heiður eiga fyri tað. Hetta uppískoyti til Gundadal eigur, um tað verður samtykt, at verða uppkallað eftir teim smávísu fedrum har sita. Men tað eigur ikki at vera samtykt, siga ítróttamenninir millum annað í lesarabrævinum frá 4. desember 1956.

"Bensinstøðin" í Gundadali er nógv broytt síðani í 1959. (Mynd Vagnur)
“Bensinstøðin” í Gundadali er nógv broytt síðani í 1959. (Mynd Vagnur)

Býráðsval var hetta árið tann 30. desember, og óivað var málið um bensinstøðina ikki avgjørt fyri býráðsvalið. Men eitt liggur púra fast, at Frits Jensen fekk at enda byggiloyvi til bensinstøðini ella rættari sagt “servicestøðina” í Gundadali, sum var hin fyrsta av sínum slagi í Føroyum. Frits Jensen byrjaði annars við egnum bilverkstaði í Havn í 1952, og í 1959 flutti hann virksemið niðan í nýggju støðina í Gundadali. Aftrat verkstaðnum var eisini sølubúð, sum seldi eykalutir til bilar. Og so seldi støðin sjálvandi eisini bensin og diesel til bilar og motorsúkklur.

Aftrat støðini bygdi Frits sær sethús, har hann og konan búðu. Tey høvdu eingi børn, men høvdu alsk fyri hundum. Eg kendi væl Fríts Jensen, ella rættari sagt, vit øll kendi Frits, tí hann var so blíður og fyrikomandi maður. Sum ungir dreingir gingu vit nógv í biograf, og Frits sá allar filmar, sum komu til landið. Frits gavst við bensinstøðini í 1984, og eftir hetta flutti hann til Danmarkar.

Áhugavert at koma fram á slík gomul lesarabrøv, tí nú skjótt trýs ár seinni er heildarmyndin í Gundadali vorðin øðrvísi, enn tá ítróttamenninir skrivaðu lesarabrævið í Dagblaðið í 1956. Bensinstøðin er framvegis har, tey selja bensin og diesel, men har er eingin bilverkstaður, og fólk búgva ikki í húsinum suðureftir. Harafturímóti er upprunaliga “servicestøðin”, sum liggur uttanfyri ítróttaøkið, vorðin ein stórur handil. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>