Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Hitti tveir vakrar svanir í Kollafirði henda vakra vetrarmorgun

$
0
0
Svanur er vakur fuglur, og hesir smæddust ikki myndamannin. (Mynd Vagnur)
Svanur er vakur fuglur, og hesir smæddust ikki myndamannin. (Mynd Vagnur)

Tá eg sunnudagin var í Kollafirði í sambandi við nýggja 5-mannafarið Teistan, gingu tveir vakrir hvítir svanir niðanfyri vegin í Líðini. Spakir og forvitnir vóru teir og ikki ræddir, tá eg tók mynd av teimum. Eg veit, at svanir leggja leiðina til Føroya áveigis til Íslands, og í Mjávuvøtnum eru nógvir svanir at síggja ymsar tíðir á árinum. Tvær ungar kvinnur hitti eg á bygdarvegnum, og tær søgdu mær, at maðurin í húsunum omanfyri vegin gav teimum mat. Svanirnir høvdu báðir ring um annað beinið.

Vakurt at koyra til Kollafjarðar henda dagin. (Mynd Vagnur)
Vakurt at koyra til Kollafjarðar henda dagin. (Mynd Vagnur)

Fyri nøkrum árum síðan tók eg myndir av svanum á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. Fjúrtan svanir svumu og leitaðu eftir føði á vøtnunum henda dagin. Tað, sum vit kenna til svan í Havn, eru veingjaskerdu svaninir í Plantajuni. Eg arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnar vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini.

Spakir og forvitnir svanar í Kollafirði. (Mynd Vagnur)
Spakir og forvitnir svanir í Kollafirði. (Mynd Vagnur)

Svanur er ótrúliga prýðiligur fuglur, hvítur við gulum nevi og svørtum fótum. Gongulagið er stólput og tungført, men hann livir eisini mest á floti, stundum úti á sjógv, men allarmest á vøtnum, har hann søkir sær urtir upp frá botni. Hann flýgur skjótt, men stravið er at sleppa á flog, og ikki setur hann seg uttan har, sum vatn er undir.

Svanur eigur annars í Íslandi og øðrum kuldalondum. Um várið síggja vit nú og tá svanir á veg til Íslands, har hann ger sær reiður av sevi og mosa digst við vøtnini, ella helst á hólmum í vatninum. Ár eftir ár koma teir til sama reiðrið og væla um tað, so til enda verður tað ein túgva. Svanur er so ráðaríkur og harðsintur, at sjaldan fær meir enn eitt par verið við hvørt vatnið. Makarnir halda væl saman og eru umhugsnir fyri ungunum, sum teir ikki lata úr eygsjón fyrr enn aftur móti vári.

Satt listarverk við vegjaðaran ávegis aftur til Havnar. (Mynd Vagnur)
Satt listarverk við vegjaðaran ávegis aftur til Havnar. (Mynd Vagnur)

Meðan bøgan vermir, situr steggin uttan og syngur. Um heystið síggjast aftur svanir á okkara leiðum aftur á suðurferð, ofta eini hjún við ungum sínum. Tá kunnu teir stundum steðga nakrar dagar á vøtnum og firðum. Gamli fuglurin hevur hevur gult og svart nev, meðan ungfuglurin hevur meira ljósareyt nev við dimmum oddi. Eg tosaði tá við eina konu í Hoydølum, sum segði mær, at eitt svanapar fleyg í løtuni omanfyri har á leiðini, men tey vistu ikki, hvar svanaparið helt til. Svanur er sæddur á Hoyvíkstjørn, segði konan  mær. Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>