Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum –Í 1964 fór ættarskifti fram í Neistanum

$
0
0
Kvinnuliðið hjá Neistanum á 25 ár hátíðardegnum. St.f. Thurid Dam, Kristin Djurhuus, Turið Debes Hentze, Rannvá H. Jensen, Emmely Mikkelsen, Sólrun Michelsen og Anna Joensen. (Mynd Bergtóra)
Kvinnuliðið hjá Neistanum á 25 ár hátíðardegnum. St.f. Thurid Dam, Kristin Djurhuus, Turið Debes Hentze, Rannvá H. Jensen, Emmely Mikkelsen, Sólrun Mikkelsen og Anna Joensen. (Myndaeigari:  Bergtóra Hanusardóttir)

10. mars fyllir Kyndil 60 ár, og Neistin fyllir 85 ár 21. mars. Í hesum sambandi komi eg at hugsa um, hvussu liðini vóru mannað fyrstu nógvu árini. Tú sært bara sjey spælarar á liðmyndunum – eingir útskiftarar. Ungir spælarar fóru eisini tá uttanlands í lestrarørindum, og tá bara sjey spælarar eru á liðnum og kanska tveir fara uttanlands, ja, so eru bara fimm spælarar eftir. Myndin omanfyri sigur júst frá hesum, tí neistakvinnur máttu fáa hjálp frá spælarum á gentuliðnum á hátíðardegnum, tá ÍSF í 1964 fylti 25 ár. Gentur spældu fyrstu landskapping í 1963, og næstu árini fór ættarskifti fram á besta kvinnuliðnum hjá Neistanum.

Hátíðarhaldið ÍSF 25 ár byrjaði við stórari skrúðgongu flaggdagin, har Havnar Hornorkestur spældi. Fleiri enn tvey túsund fólk vóru á Vaglinum henda dagin, og umframt skrúðgonguna varð fimleikaframsýning fram við Tinghúsvøllinum, har ÍSF formaðurin Ólavur Lambaa og Hákun Djurhuus løgmaður hildu røðu. Tað vóru fimleikarar frá Havnar Fimleikafelag, sum vístu fimleikakynstur í reiðsskapsfimleiki  á Vaglinum.

Nógv góð minni á hesum vølli.
Nógv góð minni hevur man á hesum vølli.

Í Gundadali varð eisini skipað fyri hondbóltskapping og fótbóltskapping í sambandi við 25 ára hátíðarhaldið, og stóra løtan var, tá ið hondbóltsliðini fóru á nýasfalteraða hondbóltsvøllin í Gundadali. Hetta var stórt frambrot í føroyskum hondbólti, tí mangan var ikki tespuligt at spæla á grúsvøllinum, har smásteinar og hyljar mangan darvaðu spælinum. Nú var vøllurin slættur og eingir hyljar, tí kundi spælast skjótari hondbóltsspæl. Stór mannamúgva sóu dystirnar.

Kyndil vann bæði kappingina hjá kvinnum og monnum. Mansliðið hjá Kyndli vann í finaluni 24-10 á SÍF úr Sandavági, og kvinnuliðið hjá Kyndli vann 7-3 á Neistanum í finaluni. Eitt ættarskifti var um at fara fram í Neistanum, tí á myndini sæst, at tríggir gentuliðsspælarar spældu á neistaliðnum finaludagin. Gentuliðini spældu fyrstu landskapping í 1963, og ikki fyrr enn í 1976 spældu kvinnuunglingaliðini fyrstu landskapping. Tað vil siga, at tá genturnar vóru ov gamlar at spæla á gentuliðnum, var leiðin antin upp á besta ella næstabesta kvinnuliðið. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>