Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Stuttsøga – Lítli Einar ætlar sær at læra til skipara eins og abbin

$
0
0
Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.
Lítli Einar situr so fittur og starir út á sjógv. Og tankarnir reika.

Tá eg sá hesa frálíku myndina á Facebook, droymdi eg meg aftur í tíðina, tá ið vit sum smádreingir spældu niðri við sjóvarmálan. Pápi okkara var altíð bangin um okkum í sambandi við sjógv, og hann legði stóran dent á, at vit lærdu okkum at svimja úti í Sandá. Eg fekk hug at skriva niðanfyri stuttu stuttsøgu.

Lítli Einar ætlar sær at læra til skipara eins og abbin

Lítli Einar situr í dráttinum í Vágsbotni og bíðar eftir pápanum, sum er farin inn til Andreas í Vágsbotni at keypa klæði, tí hann um fáar dagar skal við slupp til Íslands. – Nú situr tú stillur her, meðan pápi fer í handilin at keypa gummistylvar, handskar og nøkur ullint undirklæði, sigur pápin, sum ikki er bangin um sonin, tí hann sær úr handilsglugganum oman í dráttin.

Durdarverður og heitt henda leygarmorgun, og Lítli Einar situr stillur, sum pápin sigur. Bæði mamman og pápin hava lagt børnunum eina við, at tey ikki fara oman til sjóvarmálan, fyrr enn tey duga at svimja. Tey búgvi í Bøgøtu skamt frá sjóvarmálanum. Lítli Einar er væl hýrdur í stuttum buksum, bundnum vesti og nýggjum gummiskóm við hvítum botni og ger, sum pápin sigur.

Lítli Einar sær tveir smádreingir koma rógvandi í árabáti inn móti bryggjuni, og tá fara tankarnir at reika hjá Lítla Einari. Abbin í Havn eitur eisini Einar, og tí rópa tey dreingin Lítli Einar. – Tá eg veri stórur, skal eg vera sjómaður eins og pápi. Og eg ætli mær at læra til skipara eins og Einar abbi. Eg tími ikki at standa við snøri, tí pápi sigur, at hetta er strævið arbeiði, og serliga, tí menninir kappast um at fiska. Teir hava lippukassar umborð hjá pápa og teimum, hugsar Lítli Einar sum starir út á vágna og spælir við nakrar smásteinar, meðan tankarnir reika í allar ættir.

Ein eldri maður kemur fram við og spyr dreingin, hvat foreldrini siga, at hann einsamallur er so nær sjónum. – Eg eri ikki einsamallur, pápi keypur í handlinum har uppi og bað meg sita pinna stillur, til hann kom aftur. Her er so nógv spennandi at síggja.

–  Eigur tú handa lastbilin, sum stendur har yviri? Spyr Lítli Einar mannin, sum umvælir bát sín nakað niðan frá dráttinum. – Nei, góði, handa lastbilin eigur Júst Sivertsen. Hví spyrt tú, ætlar tú tær at koyra lastbil, tá tú verður stórur? – Nei, eg ætli mær at gerast skipari eins og abbi, sigur Lítli Einar og vendir eyguni ímóti manninum. – Rætt gerst tú góði, men ansa nú eftir sjónum, segði maðurin og fór niðan til bát sín.

Løtu seinni kemur pápin við tveimum stórum posum í hondini. – Nú góði, tú situr í sama stað. Hvat prátaðu tú og maðurin um, tit prátaðu eina løtu saman. – Eg spurdi mannin, um hann átti handa stóra lastbilin har yviri, men tað átti hann ikki. Eg segði honum, at tá eg verði stórur, ætli eg mær at læra til skipara eins og Einar abbi. – Rætt gerst tú, men nú fara vit at hyggja at lastbilinum og kanska kanst tú sleppa umborð til báðar dreingirnar í hasum bátinum.

– Nei, pápi, eg havi verið umborð á bátinum og eisini siti við rórið í lastbilinum. – Hevur tú tað, eg segði tær, at tú skuldi sita stillur, meðan eg fór í handils, sigur pápin, sum veit, at sonurin sat í sama stað alla tíðina.

– Pápi, tá tú fórt niðan í handilin, sá eg Lítla Einar koyra stóra lastbilin, og hann sat eisini við árarnar umborð á hasum bátinum. Men tað var í tonkunum pápi, segði Lítli Einar og reisti seg og hjálpti pápanum at bera annan posa til húsa. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>